Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Vinna

Jensen Huang hevur lagt frá sær sum stjóri og nevndarlimur í Nvidia við virknaði beinanvegin. Fíggjarstjórin Colette Kress tekur fyribils við leiðsluni, meðan leitað verður eftir einum eftirmanni.

Tað kemur eftir avdúkingar um ónæriligt samband við eina kinesiska vinnulívskvinnu, sum er undir illgruna fyri njósning. Nvidia hevur sett eina óhefta kanning í verk, men nevndin sigur at hon ikki hevur grund at halda, at trygdarviðurskifti ella loyndarmál hjá felagnum eru avdúkað.

Kina vísir ákærunum um njósning aftur.

Amerikanska Nvidia, sum Huang var við til at stovna í 1993, er ein av heimsins týdningarmestu tøknifyritøkum. Felagið er serliga kent fyri framkomnar telduflísar, sum verða brúktar til vitlíki.

Donald Trump hevur sagt seg trúgva frágreiðingini hjá Huang um, at hann einki visti um møguligan njósning. Nú skjýtur forsetin upp, at fyrrverandi Apple-stjórin Tim Cook tekur við sum stjóri í Nvidia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #