Íslendska landalifyritøkan Matorka, sum hevur alibrúk nærhendis Grindavík, er farin á húsagang.
Fyritøkan hevur alt bleikju á landi, men hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar eftir jarðskjálvtarnar á Reykjanesi í 2023.
Íslendska fiskivinnufelagið Brim hevur nú gjørt avtalu um at keypa ognirnar og virksemið hjá Matorku.
Ætlanin er at halda fram við framleiðsluni og gagnnýta sølu- og framleiðslukervið hjá Brim.
Keypið er tó treytað av myndugleikagóðkenningum og øðrum viðurskiftum, og handilin er tí ikki endaliga avgreiddur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



