Reyði Krossur Føroya: Leygarkvøldið 31. oktobur skipar Reyði Krossur Føroya fyri stórari landsinnsavning, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya. Í ár verður innsavningin serlig, tí felagsskapurin samstundis hátíðarheldur 100 ár av hjálpararbeiði í Føroyum.
Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæði her heima og úti í heimi. Peningurin frá landsinnsavningini er við til at gera hetta arbeiðið møguligt.
Peningurin, sum kemur inn, fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Í Føroyum fer stuðulin millum annað til at hjálpa familjum og einstaklingum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka, til arbeiðið at fyribyrgja einsemi og skapa felagsskap og til fyrstuhjálp og tilbúgving. Kring heimin er Reyði Krossur til staðar, tá kríggj, náttúruvanlukkur og aðrar kreppur raka, og stuðulin úr Føroyum er við til at veita fólki hjálp, verju og tryggari umstøður.
Vertir á kvøldinum verða Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen, og í sendingini verða samrøður og søgur úr hjálpararbeiðinum, umframt tónleikur við Anniku Hoydal, Tøgn, Danny Baldursson, Ólavi Højgaard og Martini Joensen, Guðrun Sólju og Sophiliu.
Fylgið við leygarkvøldið 31. oktober – og hjálpið okkum at hjálpa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



