Tað, vit hava sæð seinastu dagarnar, er ein stór og vanærilig skomm fyri Runavíkar kommunu.
Ikki bara fyri tey einstøku – men fyri trúvirðið í allari kommununi.
Uppførsilin hjá hesum fimm býráðslimunum, sum fóru í Føroya Rætt við tí endamáli at steðga nývalinum, hevur ikki bara skapt ótta og óvissu millum borgarar. Hetta hevur eisini lagt eitt myrkt skýggj yvir alt kommunala arbeiðið og skaðað tað álit, sum eigur at vera grundarlagið undir einum fólkaræðisligum samfelag.
Tað er nú greitt komið fram, at tað við stórum sannlíkindum eru settir krossar av tveimum persónum.
Hóast tað er trupult at siga júst hvør hevur sett teir, er tað í sambandi við nýval og álitið á valskipanina í veruleikanum líkamikið. Málið snýr seg ikki um persónar – men um, at mannagongdin hevur verið so brotin, at álitið er farið.
👉 Umvalið hevur onki við prógv at gera.
Umvalið snýr seg um mannagongdina.
Atkvøðuseðlarnir hava ferðast í leysum lofti, til teir vunnu upp land dagin eftir – har brot á allar grundleggjandi valmannagongdir vóru.
Talan er ikki bert um eina stemmu.
Talan er um eina stemmu, sum fekk avgerandi leiklut í samsetingini av býráðnum.
Og júst tí er hetta so álvarsamt.
Vit eiga als ikki at liva við einum slíkum ivamáli í kommununi.
Ikki í einum fólkaræði.
Ikki, tá talan er um hvør skal hava valdið vegna borgararnar.
Og tá ein slík støða er komin í, so snýr málið seg ikki longur um persónar – men um skipan, álít og trúvirði.
Skal trúvirði byggjast upp aftur í Runavíkar kommunu, so er nýval einasti veruligi útvegur.
Ikki kósin, sum hesir fimm býráðslimirnir hava valt: at draga málið ígjøgnum alla skipanina bert fyri at halda fast í maktini.
Tá politisk leiðsla velur makt fram um fólkaræði, tá hon velur egnan sess fram um borgaran, og tá hon er sinnað at seta trúvirði í allari kommununi í váða bert fyri at halda fast í eini makt, sum eftir øllum at døma ongantíð átti at verið teirra – so eru vit komin út á eina hættisliga kós.
Hetta má fáa ein enda.
Tað ber ikki til, at fimm býráðslimir halda alla Runavíkar kommunu sum gísla fyri síni egnu áhugamál.
Runavíkar kommuna er størri enn so.
Borgararnir eru størri enn so.
Og fólkaræðið er nógv størri enn so.
👉 Og tí eiga vit sum borgarar ikki at tiga – men at standa saman um at verja fólkaræðið.
👉 Eg vil viðmæla øllum sitandi býráðslimum, uppstillaðum og borgarum annars at taka frástøðu frá hesum slagi av uppførsli. Lat okkum standa saman og skapa trúvirði aftur í kommununi.
Mín partur skal í øllum førum ikki liggja eftir.
Vinarliga
Jonhard Danielsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



