Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Haraldur Símunarson Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tjørnuvíkartunnilin
Spurningur:
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fara undir arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum, og nær kunnu fólk í Tjørnuvík vænta, at fyrsta skotið verður latið av?
Viðmerkingar:
Tjørnuvík er ein av okkara elstu og vakrastu bygdum.
Men hóast tíðirnar eru broyttar, er farleiðin til bygdina framvegis ein stór avbjóðing.
Tá ið vit tosa um Tjørnuvíkartunnilin, eiga vit tí ikki bara at tosa um asfalt, betong, metrar og milliónir, men eisini um menniskju. Og fyri tey, sum búgva har, er hann lívæðrin til restina av samfelagnum.
Tey, sum búgva í Tjørnuvík, gjalda skatt eins og øll onnur. Tey eru partur av føroyska samfelagnum eins og øll onnur. Og tey eiga eisini at kenna, at samfelagið raðfestir teirra trygd og teirra gerandisdag. Harumframt er veruleikin tann, at Tjørnuvík í dag tekur ímóti nógvum ferðafólkum.
Tað er gleðiligt, at fólk úr øllum heiminum vilja uppliva bygdina og okkara vøkru náttúru, men tað hevur eisini eina avleiðing.
Ferðafólk koyra har, sum ikki kenna vegin. Bussar og persónbilar møtast. Samstundis skulu tey lokalu fram og aftur í sínum vanliga gerandisdegi; tí er Tjørnuvíkartunnilin eisini ein spurningur um ferðslutrygd. Sostatt vil eg spyrja landsstýrismannin, nær tjørnuvíkingar kunnu vænta, at arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum verður sett í gongd.
Á Løgtingi, 29. septembur 2026
Haraldur Símunarson Hammer
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tjørnuvíkartunnilin
Spurningar:
1. Nær er ætlanin at seta arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum í gongd?
2. Er ætlanin at brúka sama leist sum í Dali, har tunnilstoymið hjá Landsverki gjørdi arbeiðið?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið eitt aðalmál eisini at fáa góð samferðsluviðurskifti til smáplássini í landinum. Tað er gleðiligt, at tunnilin til Dals nú er liðugur. Tað hevur allatíðina verið lagt upp til, at aftan á Dalstunnilin skuldi tunnilin til Tjørnuvíkar gerast. Og síðan tunnil til Gjáar.
Tunnilstoymið hjá Landsverki hevur gjørt eitt sera gott arbeiði í Dali.
Sammett við aðrar tunlar, sum eru gjørdir seinnu árini, hava vit fingið munandi meira fyri peningin við hesum byggihátti, har Landsverk hevur staðið fyri arbeiðnum. Tí er spurningurin til landsstýrismannin, um ætlanin er at brúka sama byggileist, og nær arbeiðið kann byrja.
Á Løgtingi, 30. september 2026
Sirið Stenberg
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



