Frakland fyrireikar seg til ein nýggjan dag við stórum mótmælum og møguligum samanbrestum millum løgreglu og mótmælisfólk.
Í dag verða kanska upp í 190.000 mótmælisfólk í París og øðrum fronskum býum.
Mótmælini byrjaðu í september millum skúlanæmingar, sum eru ónøgdir við at ov fáir lærarar eru, skúlarnir eru vánaligir, siga teir, og nógvar skerjingar eru framdar. Síðani hava fakfeløg, lesandi, bøndur og sonevndu gulu vestarnir tikið undir.
Seinastu vikurnar hava harðligir samanbrestir verið millum løgreglu og mótmælisfólk. Sambært fronskum miðlum hava fleiri enn 6.800 fólk verið í varðhaldi, nógv teirra undir 18 ár.
Fleiri ung eru álvarsliga løstað, og løgreglan verður løgd undir óhóskandi valdnýtslu.
Ófriðurin er ein stór politisk avbjóðing hjá Emmanuel Macron forseta, nú bert seks mánaðir eru eftir til forsetavalið í 2027.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



