Margit Stórá svarar fyrispurningi: Í útgangsstøðinum haldi eg, at tað er ein stórur trupulleiki, at vit hava so nógv fólk, sum fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini hjá ALS, tá ið arbeiðsloysið er so lágt, sum tað hevur verið tey seinastu árini.
Tá hevði tað verið skynsamari, um fólkini fóru til arbeiðis har, sum tað er veruligur tørvur á teirra arbeiðsmegi.
Men eg dugi eisini væl at síggja, at fiskavirkisskipanin er avgerandi fyri, at summi av fiskavirkjunum kunnu bera seg.
Ætlanin við fiskavirkisskipanini var upprunaliga, at hon skuldi tryggja fólki, sum hava sítt dagliga arbeiði á einum fiskavirki, har tilgongdin av rávøru er skiftandi alt eftir, hvussu fiskiskapurin er, eina rímiliga inntøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



