Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Framsýningar

Felags Filmshúsið

Stroyma.fo er nýtt filmssavn og harumframt ein serstøk føroysk stroymingartænasta við føroyskum filmum, sum kunnu síggjast um allan heim. 

- Endamálið er at savna føroyskar filmar og røðir á einum stað og at tryggja, at alt Føroya fólk - bæði stór og smá fáa møguleikan at síggja føroyskar framleiðslur á føroyskum úr føroyskum jørðildi, sigur Marjun Niclasen leiðari í Filmshúsinum.

Tað er týdningarmikið, at føroyskar framleiðslur ikki hvørva, men verða varðveittar og tøkar nú og í framtíðini.

Føroysk filmsfólk fáa harumframt ein pall at vísa og selja síni verk í Føroyum og uttanlands. Sostatt lata vit eisini filmsfólkið eitt “visittkort” úti í heim.

Framleiðslurnar eru flokkaðar í stuttfilmar, spælifilmar og heimildarfilmar . Nýggjastu framleiðslurnar verða atkomiligar fyri eina rímiliga upphædd, sum fer beinleiðis til føroyska framleiðaran. Í løtuni eru bert nakrir fáir filmar inni á Stroyma. Hetta er tí, at mannagongdin er tann, at filmsfólk sjálv skulu leggja tilfar inn á stroyma.fo

Filmhúsið eigur og hevur ábyrgdina av skipanini.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #