Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góði Bjarni, fyrst nakrar rættingar til tín. Nú er tað so langt síðani at tú vart á vitjan her hjá okkum, at eg ikki mintist nær tað var, so eg var noydd til at sláa tað upp. Tit vóru á fundi á Heilsuskúlanum tann 13. oktober 2021. Síðani havi eg ikki tosað við teg.

Eg minnist einki til, at tú hevur sagt teg vilja gjalda fyri ein sjúkrarøktarfrøðing, og tað er fyri sovítt heldur ikki tín uppgáva. Men tað er heldur ikki nøktandi, tí tað er tørvur á øðrum starvsfólkum enn sjúkrarøktarfrøðingum.

At leggja Heilsuskúlan undir ikki at megna at hava fjarundirvísing, er ógvuliga grovt, ikki minst í løtuni, har fjarundirvísing er okkara álit. Lærararnir á Heilsuskúlanum liggja í løtuni flatir í luftini, tí teirra tímatalva í stóran mun er fjarundirvísing, vegna flottu ferjuna, sum í løtuni siglir til Suðuroynna.

Annars haldi eg, at tú skalt vita, at allar tríggjar útbúgvingarnar hava fasta fjarundirvísing. Í løtuni hava heilsurøktarar fjarundirvísing mánadag og týsdag, heilsuhjálparar hava fjarundirvísing, aðru hvørja viku og námsfrøðihjálparar hava fjarundirvísing hósdag og fríggjadag. Útyvir hetta, hava vit nógva fjarundirvísing afturat, fyri at yvirliva Galaxy. Tað finnast ikki fleksiblari starvsfólk í Føroyum, enn lærararnir á Heilsuskúla Føroya (ikki Heilsuskúlanum í suðri!).

Vit eru fullgreið klár yvir, at støðan er álvarsom í fleiri støðum í landinum, og hava tí eisini longu lagt eitt uppskot fram, ein leist sum gjørdi heilsurøktaraútbúgvingina meira fleksibla. Leisturin var góðkendur, eisini hjá Styrelsen for Patientsikkerhed, sum stendur fyri autorisatiónini til útbúgvingina. Men har vóru onnur viðurskiftir at finnast at. Viðurskiftir sum gera, at útbúgvingin nú er longd, í upp til eitt ár. Hetta er ikki viðurskiftir, sum Heilsuskúlin eigur ábyrgdina av.

Hetta hevur gjørt at tilrættaleggjast má av nýggjum. Samstundis er «løn undir útbúgving» í gongd. Treytirnar, sum næmingarnir koma undir, eru ikki greiðar enn. Tískil vita vit ikki neyvt hvat vit skulu tilrættaleggja út frá. Vit hava eitt, so gott sum klárt uppskot, til næmingar, sum hava arbeiðsroyndir og hava tikið miðnámsútbúgving ella heilsuhjálpara. Men øll uppskot sum eru galdandi fyri útbúgvingarnar, skulu góðkennast í útbúgvingarráðnum, og verða í tráð við námskipanina fyri útbúgvingina. Vit skulu uppfylla eitt ávíst tal av undirvísingartímum, vit skulu hava hetta at passa við starvsvenjing í somatik, sum er eitt læst tíðarskeið og psykiatri, sum fyri nøkur er eitt læst tíðarskeið, og sostatt verður tað fyri allan flokkin. Hjá okkum hevur kjakið í longri tíð, snúð seg um, hvussu vit kunnu gera hetta ábyrgdarfult og við nóg høgari góðsku. Her eru nógv viðurskiftir at taka atlit til. Hetta er ikki nakað, sum bara kann sleingjast út úr ermuni.

Tá tað so er sagt, so finst neyvan nakar skúli í Føroyum, sum er so sterkur til fjarundirvísing sum Heilsuskúli Føroya, tí vit hava lagt orku í, at menna okkum í fleiri ár.

Okkara fatan hevur verið at kommunur ikki eru áhugaðar í einari «traditionellari» útbúgvingargongd, men heldur at næmingarnir, skulu verða í skúla ein til tveir dagar um vikuna. Sostatt fáa vit blandaða skúlagongd og starvsvenjing samstundis. Hetta er eisini nýtt, í mun til gamla uppskotið. Sambært námskipanini, hava næmingarnir rætt til ein námsdag um vikuna, hetta skal eisini passa inn í samlaðu tilrættaleggingina.

Tað hevði verið fantastiskt fyri okkum her á Heilsuskúlanum, um løn undir útbúgving bleiv avgreitt, tí so kunnu vit arbeiða víðari. Í løtuni er fatanin ikki, at kommunurnar eru viðspælarar, fyri at fáa tingini at eydnast. Er støðan tann, at partarnir ikki vilja semjast, vegna at man ikki ynskir at Heilsuskúlin skal eydnast í Suðuroy, er hetta sera ósakligt, tí tað er ósakligt at blandað ymisk mál saman. Tað hevði verið gott við eitt sindur av álitið partarnar ímillum, ístaðin fyri at traðka hvønn annan niður í miðlunum.

Eg nýtist ikki at nevna, at bæði útbúgvingar til sjúkrarøktarfrøðing og námsfrøðing liggja í meginøkinum, og at hesi fólkini álíkavæl eru ein mangulvøra.

Eg vil gjarna verða við til at finna eina loysn, og havi eisini sagt ja til at koma á fund til samráðingarnar, fyri at greiða frá ógreiðum viðurskiftum um neyðugt, m.a. við námstíð, men enn havi eg onga innbjóðing fingið.

Vivie Davidsen
Skúlastjóri
Heilsuskúli Føroya

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo