Neutraliteturin í Sveis hevur altíð verið knýttur at einari sterkari verju. Landið er ikki limur í NATO, men hevur ein her, har vanligir borgarar hava ein stóran leiklut.
Stólurin við brotna beininum framman fyri ST-høvuðssætið í Genève er eitt kent friðarsymbol, sum minnir á avleiðingarnar av kríggi og landminum.
Fløggini hjá heimsins tjóðum veittra uttan fyri ST-høvuðssætið í Genève í Sveis. Neutraliteturin hevur gjørt landið til ein týdningarmiklan miðdepil fyri altjóða diplomati.
Neutraliteturin í Sveis hevur altíð verið knýttur at einari sterkari verju. Landið er ikki limur í NATO, men hevur ein her, har vanligir borgarar hava ein stóran leiklut.
Stólurin við brotna beininum framman fyri ST-høvuðssætið í Genève er eitt kent friðarsymbol, sum minnir á avleiðingarnar av kríggi og landminum.
Fløggini hjá heimsins tjóðum veittra uttan fyri ST-høvuðssætið í Genève í Sveis. Neutraliteturin hevur gjørt landið til ein týdningarmiklan miðdepil fyri altjóða diplomati.
Sveis hevur í øldir bygt sína vælferð á at halda seg uttan fyri kríggj og stórveldapolitiskar ósemjur. Men í einum Evropa, har Russland hóttir grannalondini, NATO brynjar seg og USA er vorðið ein meira ótryggur samstarvsfelagi, verður spurningurin, hvussu leingi ein lítil tjóð kann njóta trygdina, sum onnur gjalda fyri.
Í Sveis eru umleið 2,3 milliónir skotvápn í privatum hondum. Undir húsum, í fjøllum og mitt í býum finnast 370.000 bumbuskýli og onnur verjurúm við plássi fyri øllum teimum níggju milliónunum, sum búgva í landinum.
Sveis er eitt av ríkastu og friðarligastu londunum í Evropa. Men tað er eisini eitt av teimum best fyrireikaðu til kríggj.
Hetta er eingin mótsøgn í eygunum á sveisarum. Neutralitetur merkir ikki, at landið ikki skal kunna verja seg sjálvt.
– Vit eru neutral, og júst tí mugu vit sjálvandi kunna verja okkum. Hetta eru tvær síður av somu søk, sigur Roland Spitzbarth, sum hevur skotið við hernaðarriflu, síðani hann gjørdi hertænastu í 1971.
Ríkidømi og neutralitetur
Í øldir hevur Sveis gjørt góðan handil burtur úr at halda seg uttan fyri altjóða ósemjur.
Landið slapp undan heimsbardøgunum, og bankarnir gjørdust eitt trygt stað hjá útlendingum at goyma sínar ognir.
Men søgan hevur eisini eina myrkari síðu. Undir seinna heimsbardaga hevði Sveis handilssamband við Nazitýskland.
Í dag verður neutraliteturin framvegis roknaður sum ein hornasteinur undir sveisiskum sjálvræði og vælferð.
##med3##
Í einum fjalli nærindis bygdini Lungern verða nú 25 nýggj, privat goymslurúm høgd meira enn 100 metrar inn í fjallið.
Har kunnu múgvandi fólk fyri umleið fýra milliónir krónur goyma listaverk, vín, bilar og onnur virði.
Men gamla uppskriftin – at halda seg uttanfyri, vera væl fyrireikaður og gerast ríkur – er komin undir trýst.
Nýtur gott av NATO uttan at vera limur
Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, valdu Finnland og Svøríki at fara upp í NATO.
Sveis helt fast við sín neutralitet.
Landið noktaði millum annað Danmark, Týsklandi og Spania loyvi at lata Ukraina hernaðarútgerð og lóður, sum upprunaliga vóru framleidd í Sveis.
Tað elvdi til ónøgd millum evropeisku samstarvslondini.
Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin Carl Bildt hevur kallað Sveis eitt land, sum nýtur gott av NATO-verjuni uttan sjálvt at gjalda fyri hana.
Og júst hetta er ein spurningur, sum eisini hevur týdning fyri smá lond og oyggjasamfeløg í Norðuratlantshavi.
Hvussu kann ein lítil tjóð tryggja sítt sjálvræði, tá stórveldini gerast meira ágangandi, og hvussu nógv kann hon líta á, at onnur taka sær av verjuni?
Sveis liggur mitt í Evropa, umgyrt av NATO-londum, og hevur tí eina heilt aðra landafrøðiliga støðu enn Føroyar.
Men grundleggjandi spurningurin um sambandið millum sjálvræði, trygd og altjóða samstarv er hin sami.
Trump vísti, hvussu viðbrekið landið er
Tá Donald Trump legði 39 prosent í tolli á innflutning úr Sveis, gjørdist greitt, hvussu viðbrekið eitt lítið land kann vera, tá tað stendur uttan fyri størri politiskar og búskaparligar samgongur.
Tollurin varð seinni lækkaður til 15 prosent eftir umfatandi trýst frá sveisiskum vinnulívsfólkum.
Sostatt hevur Sveis merkt, at neutralitetur ikki neyðturviliga verjir móti búskaparligum trýsti.
Fyrrverandi sveisiski samveldiskanslarin, Walter Thurnherr, hevur lýst uttanríkispolitikkin seinastu áratíggjuni sum ein politikk, har landið hevur roynt at halda lágan profil og ikki leggja seg út í ósemjur.
Men í einum heimi, har stórveldini í vaksandi mun krevja, at onnur velja síðu, verður hesin politikkurin alsamt truplari.
Borgarin skal kunna verja landið
Í Sveis er hernaðartænasta ein partur av samleikanum.
Herurin byggir á eina militskipan, har ungir menn verða kallaðir inn til hertænastu og síðani halda fram sum reservistar.
Nógvir hava eisini vápn heima.
23 ára gamli Alex Scheck, sum arbeiðir á einum skotvølli í Zürich, eigur longu trý skotvápn.
##med2##
Hann heldur, at munurin millum Sveis og USA er, at amerikanarar síggja vápnaeigindóm sum ein persónligan rætt, meðan sveisarar síggja tað sum eina skyldu at kunna verja landið.
– Um onkur ger innrás hjá okkum, haldi eg, at tað er persónliga skyldan hjá øllum at verja landið, sigur hann.
Hann samanber Sveis við eitt tindasvín.
Eitt lítið, friðarligt djór, sum ikki ætlar at leypa á nakran, men sum dugir at verja seg, um tað verður álopið.
Neutralitetur er eisini ein fyrimunur
Sveisiskir veljarar hava nýliga havnað einum uppskoti um at festa eina strangari tulking av neutralitetinum í grundlógina.
Umleið 70 prosent atkvøddu ímóti.
##med4##
Ein av teimum, sum verjir gamla politikkin, er søgufrøðingurin og journalisturin Markus Somm.
Hann viðgongur, at Sveis nýtur gott av verjuni hjá NATO-londunum, uttan sjálvt at vera limur.
Men hann heldur, at neutraliteturin hevur verið ein týðandi orsøk til, at landið hevur megnað at varðveita sítt sjálvræði í fleiri hundrað ár.
Sambært honum er ein av loynidómunum hjá Sveis, at landið ikki roynir at siga øðrum, hvussu tey skulu liva.
Sveisarar skulu vera ríkir uttan at reypa, væl brynjaðir uttan at hótta og politiskt virknir uttan at leggja seg út í viðurskiftini hjá øðrum.
– Vit hava verið eitt lítið land í 500 ár. Vit vita, hvussu mann yvirlivir, sigur hann.
Men hann ásannar eisini, at støðan kann broytast.
Tað, at eitt land í dag er umgyrt av vinum, merkir ikki, at somu lond framvegis eru vinir um 30 ár.
Og har liggur kanska størsta avbjóðingin hjá Sveis.
Landið hevur í øldir megnað at halda seg uttan fyri kríggj og samstundis gerast eitt av ríkastu londunum í heiminum.
Spurningurin er, um tann uppskriftin framvegis heldur í einum Evropa, har trygd, neutralitetur og sjálvræði ikki longur eru líka sjálvsøgd sum áður.
Kelda/íblástur: Jyllands-Posten, 18. oktober 2026
Neutraliteturin í Sveis hevur altíð verið knýttur at einari sterkari verju. Landið er ikki limur í NATO, men hevur ein her, har vanligir borgarar hava ein stóran leiklut.
Stólurin við brotna beininum framman fyri ST-høvuðssætið í Genève er eitt kent friðarsymbol, sum minnir á avleiðingarnar av kríggi og landminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



