Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um, at Heilsumálaráðið hevði sýtt innlit í ávís skjøl í einum starvsfólkamáli. Talan var um samskiftið við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og skjøl, sum ráðið metti vera innanhýsis. Umboðsmaðurin var ikki samdur við ráðnum og heitti á ráðið um at umhugsa málið av nýggjum
Ráðið helt, at brævaskiftið við Lønardeildina var undantikið, av tí at Lønardeildin virkaði sum skrivstova hjá ráðnum í starvsfólkarættarligum spurningum, og harumframt at brævaskiftið kundi undantakast sum verandi serkøn ráðgeving.
Umboðsmaðurin var ikki samdur við ráðnum.
Lønardeildin var ikki at rokna sum skrivstova hjá Heilsumálaráðnum í málinum, og undantøka av serkønari ráðgeving er treytað av, at ráðgevingin er til nýtslu í rættarmálum, ella tá støða skal takast til møguligt rættarmál. Ein ítøkilig meting eigur at verða gjørd í hvørjum føri, og hesa meting sá umboðsmaðurin ikki, at ráðið hevði gjørt.
Harumframt vísti umboðsmaðurin á, at eitt skjal varð latið uttanfyristandandi til lestur á slíkan hátt, sum mátti samanberast við avhendan sambært innlitslógini. Verjan av skjalinum varð tí slept.
Umboðsmaðurin var tó samdur við ráðnum í, at upplýsingarnar í skjølunum í stóran mun vóru undantiknar innliti sambært ásetingunum um undantøku av upplýsingum í innlitslógini.
Heitt varð á ráðið um at umhugsa málið av nýggjum og lata umboðsmannin frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 26/05438)
Niðurstøðan kann takast niður HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



