

…hmm…í tíðindasending eftir tíðindasending í síðstlidnu viku hoyrdu vit danskar ráðharrar tosa um dronur…hulligar í sínum álvara…opinberingarligar í sínum stigbendingum… hóast takandi ikki er fyri, at tað kann vera rætt, teir søgdu, tá teir løgdu russar undir dronuflúgvingina yvir donskum flogvøllum, vil tann tankin tó líka skjótt sníkja seg fram, at kanska vóru ráðharrarnir bara fangaðir í sínum egna politiska spinnilvevi…
…íðan sóu fá hesar góðu dronur…enn færri hava nakra hilling á hvaðani tær komu… ella hvagar tær fóru…og tó vil hvørt mansbarn vita av teimum í tí líki, sum best svarar saman við tað, hvør hevur brúk fyri halda…um tað so er politikarin, sum í næstum skal leggja gjøld og sparingar á veljarar sínar vegna stórøktar útreiðslur til hernaðardubbing…ella borgarin, sum kvíðir fyri tí ókomna…
…í tí skili fingu dronur ein forlagatungan dám yvir seg…eins og yvirjarðlig skrímsl í gomlum filmum…so gerandisligar dronur nú kortini eru…sum støvsúgvarar… og allastaðni… ikki í hundrað, men tíggjutúsunda tali… jú, men fáast dronur eisini ómakaleyst til keyps bæði í handlum og á netinum…stórar sum smáar… fyri ein prís sjálvt ungdómar hava ráð til… og tíansheldur at tað krevur nakað brotsligt flogvit…ongan rangvendan James Bond ella falnan Superman…at flúgva tær…tað er hvørsbarnsføri…so at siga…í hesum vitlíkistíðum…
…farna týsdag kom málið um fosturtøku so aftur á tingborð…og orðalagið í føroyskum miðlum gevur dronuflúgving yvir donskum flogvøllum lítið eftir í hulligum álvara og opinberingarligari stigbending… fleiri og fleiri við ávirkan í samfelagnum…annaðhvørt trúarliga ella ótrúarliga… gera seg til tokulúðrar av tí slagnum, sum fyrr plagdu at spøkja í hoyrispælum í útvarpinum…
…umrøðan fær eina yvirjarðliga vend…lívið er heilagt verður júkað upp í saman… fosturtøka javnsett við dráp…enntá morð…tokulúðrarnir túta hetta út um allar miðlagrundir til málið liggur so kavtroðið í mjørka, at eingin longur sær, hvat tað snýr seg um…:…rættin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi…
…men er lívið so heilagt, meðni…?...
…nei, lívið er tað vanligasta vit hava… og hvussu vit so elska tað, er tað jarðligt og endaligt…óloysiliga snarað saman við tað óheilaga…og kemur so satt eisini í verðina sum Augustin…kirkjufaðirin segði…millum lort og land…ikki gitið av anda…men av tí at sveittir kroppar leggja síni búkskinn saman í teirri óheilagu akt at fáa óheilaga útloysn í tí óheilaga…men javnan málhalgaða rituáli… ið annars eitur at mogga…
…nei, lívið er ikki meiri undur enn so…øll íkoma av onkrari kjøtsins tilvild millum aðrar tilvildir í teirri verð av tilvild, viljin at vera hevur bygt, byggir og fer at byggja…
…men okkurt í okkum stendst við hesa sannroynd…vamlast við tað alt ov hvønndagsliga… alt ov kropsliga lívið…sum nøs kann aftra seg við lukt…eygað við brek og lýti…tilvitið við deyðan…og hetta…hendan elvingin í okkum… ger seg til ein…ikki ósjáldan hjartkiptan…longsul eftir at lívið skal verða loyst frá sínum veikleika…sínum tvørsøgnum…sínum forgeingileika…verða Guðs ójarðligi vilji…sál…eitt forskot upp á ævinleikan…og ikki millum land og lort…
…men er lívið út av Guðs vilji á jørð, tá kann menniskjað illa ráða sær sjálvum, men noyðist at boyggja seg…sítt hold…sín hug…sínar girndir…undir boð og reglur…undir hansara sokallaða orð…og soleiðis sum menn hava miðlað orðið gjøgnum øldirnar…hevur kreddan eisini…frá Mósesi til Luther og longur…verið tann, at kvinnan eigur at temja sítt hold og orðaleyst leggja klov til tær lystir og tann vilja, menn hava í Guðs navni… tí manninum gav Guð sáði og við tí siðveldi yvir síni kvinnu og sínum avkomi…
…tá eg var barn…fyri skjótt alt ov mongum árum síðan…í trýssunum var siðveldi sáðsins á gosi um eitt nýbrot innan fyribyrging…tað æt P-bollar…og hóast hetta ljóðaði mær sum te-bollar, slapp eg ikki at eldast leingi í teirri miskiljing…ein guðsmenniligur lesarabrævsskrivari í Dimmalætting vísti mær staðiliga á, at P-bollar komu ikki frá Frants Restorff… teir komu út millum rivini á teirri móður at øllum illum…feminismuni…men tann merin skapt oman á jørðina til at ríva glansin undan manninum og kasta hann… sáð og siðveldi hansara… í eldin sum eitt følnað fikutræ…gaman í var ikki öll fyribyrging av tí illa kortini, helt lesarabrævsskrivarin…hítin t.d.… so ring at tola hon nú var…kristiliga…kundi av illum umberast, tí á hítini hevði siðveldi sáðsins fyrr enn ikki ráð og vilja…men skuldu kvinnur nú, Guð forbjóði, sjálvar ráða um… og nær… tær vildu barnast…nei, tað fór Guð ongantíð at lata sær lynda…sovorðið fríteinkjarí mátti fyri alt heilagt í verðini ikki sleppa at ganga her hjá okkum… orðum sínum til staðfestingar leiddi lesarabrævsskrivarin at enda fram fyri sín unga lesara ein so syndarliga ógitnan herskara av børnum… tað var sum alt ljós í verðini sloknaði…
…og nú…smá trýss ár seinni…er alt enn einaferð á gosi…kropp á kropp koma tey í miðlarnar…lestrarbørnini hjá siðveldi sáðsins…Guðs vilji verður tikin av ræði, rópa tey…illimaður gjørt feministiskt kvett í løgtinginum…ófødd børn banka upp á samvitskuna eins og løgga á nátt…fólkavald skelva í atkvøðuni og vita ikki síni uppstillaðu ráð…harðliga verður gingið um flokshurðar…fyri tað mesta út…vel driftað…og veingir bardir…formenn sita eftir inni og bíta negl í einum fjaðrafoki av bíbilorðum…ongantíð…ongantíð skal tað henda aftur, bedýraði ein teirra fyri kringvarpinum fríggjadagin…
…men hvussu verður og ikki við tí…við flokkum og formonnum…enn snýr tað seg um tað sama sum í trýssunum…um rættin hjá kvinnuni at ráða yvir egnum kroppi…um… og nær hon vil barnast…og helst tíð uppá at samfelagið umsíðir ásannar, at ein kvinna ikki er ein kúgv, ið kann sendast til springs og kálva eftir, hvussu tað hóvar siðveldi sáðsins best…
…og enn sum fyrr er lívið ikki heilagt…men hvørt um annað stórfingið og ljótt…forgeingiligt og ríkt…enn verður tað til millum land og lort…enn skal tað livast upp á óhimmalskar treytir…munurin er bara…ikki tær at siga sum hevði tol, vit og víðskygni at lesa hesa grein á tamb…siðveldi sáðsins er skjótt táliðin tíð…sama hvat hvør tokulúður tútar…
…spyrst, so livst…
cjj
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo