Tarira: Tarira skal kappast í tveimum bólkum: A1 fyri blandað kór og S fyri kirkjutónleik. Hetta verður ein spennandi avbjóðing hjá kórinum, sum gleðir seg til at royna seg ímóti kórum úr fleiri londum. Tilsamans eru 39 kór við á kórstevnuni.
Tarira hevur áður roynt seg í altjóða kapping. Í 2017 luttók kórið í 7th International Choir Festival and Competition “Canço Mediterrània” í Lloret de Mar og Barcelona. Har kappaðist Tarira í trimum bólkum og vann gull í øllum trimum. Kórið fekk eisini serliga góð ummæli fyri framførsluna av einum sangi á katalanskum.
Í Kalamata fer Tarira eisini at framføra nýskrivaðan føroyskan tónleik. Millum verkini er „Várið“ við teksti eftir Vónbjørt Vang, sum Tróndur Bogason hevur skrivað til kórið. Við hesum ynskir Tarira at vísa dømi um føroyskan samtíðartónleik og vera við til at seta Føroyar á altjóða kórkortið.
Tarira varð stovnað í 2002 og hevur øll árini arbeitt miðvíst við at menna kórið og víðka um konsertvirksemið. Kórið hevur eina fjølbroytta skrá við tónleiki úr ymiskum tíðarskeiðum og londum – frá renessansu og barokki til nýskrivaðan samtíðartónleik.
Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



