Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Undan dagsins dysti vóru bæði Fleyr og TB ósigrað, men Fleyr var tó eitt stig frammanfyri á stigatalvuni, tí TB hevði einans fingið tvey stig í 3-2 sigrinum á KÍF, men við sigri á Fleyr í dag hevði TB møguleikan at leggja seg á odda í Hotel Djurhuus-deildini. So skuldi tó ikki verða, tí Fleyr vann tryggan 3-0 sigur, og bert eitt stutt skifti í øðrum setti megnaði TB at bjóða av.

Fleyr sprakk avstað í fyrsta setti og legði seg á odda 6-1 og 11-4, og tann munurin bara vaks, til Fleyr hevði vunnið 25-14.

Fleyr var eisini frammanfyri tað mesta av øðrum setti, men við fýra stigum á rað fór TB kortini framum 10-9. Fleyr vann sær tó leiðsluna aftur alt fyri eitt, og vann settið 25-20.

Eftir at TB hevði lagt seg á odda 2-0, vann Fleyr seks stig á rað og fór framum 10-4, og tann munurin helt sær restina av settinum, sum Fleyr vann 25-18.

Í morgin hevur SÍ møguleikan at taka annaðplássið, vinna tær á Drátti í oyggjaruppgerðini, sum byrjar kl. 16 í Sørvági.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

Fleyr

3

8

9

TB

3

1

5

Mjølnir

3

1

5

2

1

4

KÍF

3

-5

1

Dráttur

2

-6

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo