Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórmálmyndilin GPT4 megnar næstan líka so væl sum menniskju, ið duga føroyskt, at skyna á, um føroyskar tíðindagreinar eru positivar ella negativar

- Tað er avlop á vøruhandilsjavnanum, arbeiðsloysið er lágt (1%, april 2024) og inflatiónin er lækkandi (2,6%, 1. ársfj. 2024)

- Smáar flytingar hava verið undir samráðingunum fyrrapartin, so tað er vón um at finna eina loysn, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við ÚF nú á middegi

Fleiri vegir eru stongdir Mentanarnáttina fríggjadagin 7. juni frá klokkan 16 - 02

- Flestu føroyingar munnu vita, hvat Blái Krossur er og hvat Blái Krossur ger her á landi. Hinvegin so virkar Blái Krossur ikki bert í Føroyum, men í 45 londum kring allan heimin, mest í Europa og Afrika

Ukrainska trygdartænastan misteinkir russiska generalin Oleg Makarevich fyri at vera tann, sum stílaði fyri spreingingini av Kakhovka-byrgingini síðsta ár

Sørvágs kommuna er væl nøgd við roknskapin fyri 2023, har samlaðu inntøkurnar vóru 73.852 mió.kr. Raksturin hjá kommununi var 58.751 mió.kr.

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar halda fram í dag klokkan tíggju. Partarnir vóru saman til klokkan eitt í nátt, skrivar KVF

Integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu fer undir átakinum Altjóðahúsið nú at húsast í Heinesenshúsi á Tinghúsvegi 12

Sambært norska Kripos høvdu fleiri av nýføðingunum sum doyðu í fjør sovið saman við sínum foreldrum

Starvsfólk í Rúsdrekkasølu Landsins hava kent seg kroyst, illa viðfarin, happaði og niðurgjørd av stjóranum. Ein kæra um Rógva Fossádal endaði við, at stjórin varð koyrdur frá

- Í Góðan Morgun Føroyar upplýsti nýggi stjórin í Filmhúsinum, at Mentamálaráið hevði valt ein útlending í stýrið fyri Filmhúsið

Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25% stigum

Bretski sjónvarps-profilurin Michael Mosley, 67 ár, er saknaður. Á hesi myndini er hann á strondini, har hann seinast er sæddur

Árligi fundurin í Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur verið í Havn hesa vikuna

Fylg við her í fjórðu royndini hjá SpaceX

Ein 25 ára gamal maður er í dag dømdur 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti fyri at innflyta uml. 3 kg. av hassji til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari

Ukrainska serdeildin Bólkur 13 hevur aftur rakt russisk skip og er talan hesaferð um russiskan sleipibát av slagnum 498 Saturn ella Proteus við Krim hálvoynna

Haps koyrir kapping fram til leygardagin á Facebook, men nú verða luttakarar av kappingini kontaktaðir av hackarum við boðum um at tey hava vunnið og biðin um at trýsta á leinkju

Ein maður, sum kom við Norrønu úr Danmark í gjár, var tikin í tollinum, tí í bili hansara vóru trý kilo av hassji. Játtar maðurin seg sekan, verður hann dømdur í dag, skrivar KVF

Disfrutar var nummar tvey í 2023, men er í ár kosin heimsins besta matstova av World Best Restaurants Academy

• føddur 21.desember 1972

• deyður 31.mai 2024

Revsimálið móti fyrrverandi forsetanum Donald Trump um uppílegging í forsetavalið í 2020 í deilstatinum Georgia er steðgað fyribils

- Tað ber væl til at skanna fyri prostata við nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Jóhan Poulsen, urologur, við Útvarpið

Semingsroyndin verður gjørd í morgin klokkan 15, segði Terje Sigurðsson fyri Útvarpinum í kvøld

Vøkstur er av álvara farin at merkjast hjá Sønderborg Lufthavn har Jákup Sverri Kass er stjóri. Í mai vaks talið av ferðafólkum 26,5 prosent, skrivar check-in.dk

28 sjúklingar hava fingið boð at fara til Danmarkar til skanningar fyri prostata tí leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki at tær verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skrivar Norðlýsið

 

 

Í dag skrivaðu Heðin Mortensen og Rógvi Mikkelsen undir leigusáttmála um felagshús til Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi

Hóast nakrir granskarar og læknar vísa á, at umhvørviseiturevni eru í feitum fiski, siga norskir myndugleikar: Tað er bæði sunt og trygt at eta fisk

Fleiri skipabólkar eru meint raktir, nú verkfall er, og ikki slepst av við fiskin í Føroyum. Verður markið ikki hækkað, verður torført at fara av landinum við lastini, sigur Hálvdan Gudmundsen við KVF

Eginognin var við ársskiftið minus 161 mió kr, og skal felagnum vera lív lagað má avtala gerast um skuldina, sigur leiðslan í frágreiðingini

Børn og øll sum ætla sær at fáa sær børn eiga at avmarka át av feitum fiski, siga norskir læknar og granskarar

Størsti vinningur í Danmark nakrantíð í Eurojackpot er í kvøld vunnin av einum persóni í Danmark

Hjá einari barnafamilju á Eiði, har eingin tolir laktosu, rakar verkfallið meint. Vørurnar, sum tey hava brúk fyri, koma nevniliga ikki til landið (Mynd: KVF)

- Tað seinasta breyðið verður helst bakað antin týsdagin ella mikudagin, sigur Niels Mortensen við TV 2

Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans 9,9 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum

Nýggi leiðarin á NR (Nánsfrøðiligu Ráðgevingini) hjá Klaksvíkar kommunu er Anja M. Olsen. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd.pæd frá DPU. og hevur starvast á NR síðan 2014

Sunnudagin 9. juni eru fleiri vegir og tunlar stongdir í sambandi við Tórshavnar Marathon

- Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna

Uttanríkismálaráðið í Katar sigur, at Hamas og Ísrael eru framvegis í friðarsamráðingum, sambært Reuters

Í farnu viku hava lærarar og heilsufrøðingar í felag tikið útbúgving, ið skal geva teimum vitan og førleikar at hava samrøðubólkar fyri børnum, hvørs foreldur ikki liva saman

Málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking er nú komið á føroyskar hendur, og hetta varð markerað við hátíðarhaldi á Sjóvinnustýrinum á Giljanesi 3. juni 2024

Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein n‎ý‎ggjan fóðurflaka til MOWI í Føroyum

- Úrvalið av nikotinvørum er so stórt sum ongantíð áður, og serliga tey ungu taka væl ímóti vørunum, sum eru at fáa í alskyns skapum, litum og smakkum

- Sum starvsfelagi var Michael hollur í ráðum, tí hann hevði sera gott minni. Hann var lættur av lyndi, gávumildur og skemtingarsamur

Til ber ikki at fáa alt, sum er á innkeypslistanum, nú verkfallið hevur vart í 3 vikur. Kortini halda fólk, ið eru farin til handils, at verkfallið er til at liva við, siga tey við D&V

Ein stórur riðil av dreingjum í Havn stjólu bensin úr bilum síðstu nátt

USA fer at biðja ST-Trygdarráðið samtykkja eina resolusjón sum stuðlar uppskotinum um at fáa ein enda á krígnum í Gasageiranum

Øll við eini iPhone ella Android telefon eiga at sløkkja og tendra telefonina minst eina ferð um vikuna fyri ikki at verða hackað

Sambært ísraelsku verjuni (IDF) eru fýra gíslar afturat, sum hava verið fangar á Gasageiranum, deyðir