Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krígsmótstøðumaðurin Boris Nadezjdin er nú klárur sum valevni til russiska forsetavalið

Eingin ruskinnsavning er í dag av vánaliga veðrinum, sigur Tórshavnar kommuna

Veðurfrøðingurin Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya greiðir her frá ringa veðrinum og veðurfyribrigdinum, sum ferðast framvið okkum í løtuni (Mynd: KVF)

Ein atmosferisk bumba nærkast Føroyum, og tað er orsøkin til, at tað verður kolandi stormur í dag, skrivar KVF, sum fer at uppdatera um veðrið, tá ið tað brestur á

- og sum øll fóru at gerast glað fyri og tikið fór at verða móti skannaranum við gleði beinanvegin og kanska onkrir spurningar, sum kundu orðnast uppá ein seinnapart

Seinastu tvær vikurnar hevur Firum havt vitjan av fimm gestum, ið eru komin til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Her hava tey m.a. vitja virkir og myndugleikar, og fingið undirvísing frá granskarum á Firum

Fyri fjórðu ferð í ein mánaða hevur Russland feilbumbað egið øki

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, sum er 300.000 føroyskar krónur, setir í 2024 fokus á burðardygga bygging

Nýggj uppgerð hjá hagfrøðiliga stovninum í ES, Eurostat, vísir, at búskaparvøksturin í Evropa er uppsteðgaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Akademikarafelag Føroya eru samd um ein leist fyri setanarsáttmála til starvsfólk innan virkisøkið hjá Akademikarafelag Føroya á privata arbeiðsmarknaðinum

Japanski bilframleiðarin Toyota seldi 11,2 milliónir bilar í 2023 og er hetta fjórða árið á rað at Toyota selur flest bilar í heiminum

Maðurin, sum politiið hevur leitað eftir í sambandi við svik á netinum, ringdi til politiið í nátt. Politiið hevur avtalað við mannin, hvussu nú skal farast fram, skrivar KVF

Sunnudagin 28. januar legði Hizbollah út upptøku av einum álopi á Ras-Al Naquora, á markinum millum Ísrael og Libanon

Jacoba Christensen og Hallur Egilsnes gjørdu avtalu við Snarhús um at byggja húsini, men royndirnar vóru ikki góðar, skrivar KVF

Samanumtikið vísa tølini higartil í ár, at ferðandi við SAM og bussum er munandi hægri, meðan bilatalið eisini økist

ES hevur í dag sett fýra russarar á sanksjónslistan, teirra millum Ekaterinu Mizulina og hennara Liga fyri internettrygd-felagsskap, sum arbeiðir saman við russisku stjórnini

Frá tí kríggið byrjaði tann 24. februar 2022 og til 25. januar í ár hevur russiski herurin mist umleið 4900 brynjað akfør og 2600 stríðsvognar kallaðir Main Battle Tanks

- Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum

- Fríggjadagin 26. januar vórðu Ársins Leiðarar 2024 kosnir á Hotel Føroyum. Hetta er 20unda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum

Seinnapartin í gjár gjørdust starvsfólkini á pubbinum Three Horseshoes í Leeds rættiliga skakað

 

Í sambandi við grevstrararbeiði hjá SEV, verður eingin gjøgnumkoyring eftir Havnargøtu frá mánakvøldinum 29. januar 2024 kl. 23.30

Á Oyndarfjarðarvegnum var mált upp í 51 m/s í hvirlunum

- Ukraina hevði vunnið kríggið skjótari, um loyvt var at bumba mál djúpt inni í Russlandi við vesturlendskum vápnum

Ringa veðrið ger, at farmaskipini eru seinkað. Tí kann tað vera tómligari enn vanligt í handlunum í morgin

Veðrið ger, at allir bussar hjá Strandferðsluni standa stillir í løtuni, skrivar KVF

Tað verður bardagi tá ið tjetjenski kommandørurin, Vakha Khambulatov, verður steðgaður í Mercedes luksusbilinum av einum russiskum hermanni og biðin um at vísa sítt krígsprógv

Heimsins størsta ferðamannaskip er farið sína fyrstu ferð úr Miami

Per dags dato finst eingin viðgerð móti Alzheimers. Nýggj gransking birtir nú lív í vónina um at beina fyri sjúkuni

- Í dag skipaði Icelandair fyri familudegi í SMS, har nógv fólk var savnað, tí útsøluendabrestur er. Amerika er nærri enn nakrantíð

Flogfelagið United Airlines sigur at flúgvingin við Boeing 737 Max 9-flogførunum er byrjað aftur, dagin eftir at Alaska Airlines boðaði frá tí sama

Ein sakførari í Malmø snýtti eldri og dement, vísir kanning sambært miðlinum Sydsvenskan

Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í ferðavinnumálum, um gongd í haga, fær kaldliga móttøku á Trøllanesi, skrivar KVF

Tí liggja nógvir inni og bíða eftir betri líkindum. Her er metingin hjá Fiskamarknaði Føroya fyri næstu vikuna

Sambært nýggjari frágreiðing frá DR Analyse, sum kannar miðlar í Danmark, er talið av danskarum, sum dagliga brúka Facebook, fallið úr 65 niður í 59 prosent

Eitt bretskt oljutangaskip, Marlin Luanda, var í gjár rakt av rakett í Adenvíkini eftir at tað var komið úr Reyðahavinum

Donald Trump skal gjalda 83,3 milliónir dollarar - 572 milliónir krónur - til rithøvundin E. Jean Carroll, sum í 2019 saksøkti fyrrverandi forsetan fyri ærumeiðing

Ætlanirnar hjá fyrrverandi stjóranum hjá Posta eru sleptar. Joel undir Leitinum ætlaði at felagið skuldi keypa fleiri feløg, men nú selir Posta ístaðin, skrivar KVF

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, er valdur ársins almenni leiðari 2024, og Ingunn Eriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, er vald ársins privati leiðari 2024, skrivar KVF.

- Fyri gott tveimum árum síðan varð skótalið Mikkjals á Ryggi endurstovnað og síðan tá, hevur rættulig ferð verið á virkseminum hjá skótunum

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingu allar kommunur í dag formliga sess kring borðið í Kommunufelagnum. Á skrá vóru alt frá aktuellum lógaruppskotum til framtíðar talgildar raðfestingar og gransking í kommunala geiranum

Summarferðaætlanin við trimum túrum er allar vikudagar frá 1. mai til 31. august

UNRWA hjá ST er farið undir at kanna fleiri av starvsfólkunum í Palestina eftir at hava fingið kunning um at tey hjálptu Hamas í sambandi við álopið 7. oktobur

Síðstu vikuna hava børn á dagstovninum Hans Andrias Djurhuus málað, teknað og bakað ymiskt sum í gjár bleiv víst fram á einum foreldrakaffi, har foreldur høvdu møguleika at geva eina gávu til innsavningina

Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Leigunevndin ikki avgreiddi mál klagarans um uppsøgn úr einum bústaðarleigumáli skjótast gjørligt

Maðurin hevur m.a. selt fiskiloyvi, bátamotorar og matvørur, men fólk hava ikki fingið vøruna, hóast tey hava goldið, skrivar KVF

- Vónandi koma tit skjótt og væl fyri aftur, og vilja vit eisini fegin vera við til at lata eina peningagávu, sigur Lions í brævi til íbúgvarnar

Mesti vindur klokkan 23:46 var á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð tá vindurin í hvirlunum var upp til 40 m/s, sambært Landsverk

2023 gjørdist tað ringasta árið hjá villlaksinum higartil. Nýggj tøl vísa, at villi laksurin ongantíð hevur havt tað verri

Í altjóða smakkikapping fyri hágóðsku GIN 'London dry Gin', hevur Einar's Gin vunnið Gull

Kári Annand Berg varð ættleiddur úr India til Danmarkar í 1973. Higartil hevur søgan altíð verið, at hann var foreldraleysur, men møguliga er veruleikin ein annar, skrivar KVF