Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein nýggj frágreiðing hjá OECD verður almannakunngjørd í morgin 17. oktober. Frágreiðingin eitur “How to make societies thrive? Coordinating approaches to promote well-being and mental health”

Betri Trygging er fyrsta tryggingarfelag í Føroyum, ið bjóðar sær til at tryggja fyritøkur fyri álop á netinum

Í morgun og aftur í morgin fortelja handverkarar og onnur yrkislærd um teir mongu møguleikarnir, sum eru við at fara í læru

Herurin sigur, at høvuðsstøðin hjá Hamas er rakt og ein herstøð

Um 2000 jødiskir næmingar fara í kvøld klokkan 18 føroyska tíð at hava felagsbøn á Zoom fyri ísraelsku hermonnunum

Sambært ísraelska herinum eru 155 persónar tiknir gíslar og fluttir inni í Gaza

Forsetin í palestinska sjálvstýrinum tekur nú blaðið frá munninum

Ísrael, Egyptaland og USA samráðast um treytirnar

Hann avloysir Janus Vang sum hevur verið stjóri síðani 2013

- JFK yvirlivir nokk uttan ein nýggja fiskivinnusáttmála við Russland - men tað verður uttan nýggja skipið, tað sigur Hanus Hansen við KvF

Nýggi stásiligi Gadus er komin á Klaksvík í góðveðrinum í morgun. Her eru nakrar myndir

Russiski forsetin vil vera við, at russiski herurin tekur seg fram nógvastaðni á hermótinum

Norðlýsið var umborð á Ziska til móttøku av Gadus. Sí fleiri myndir á Norðlýsinum

Opið er til klokkan 11 í morgun okkara tíð. Øll sum vilja familjuni væl eiga at fara, boðar herurin frá uppundir stórálopið

Nú nærkast tíðin, tá bilførarar eiga at vera eyka varnir í ferðsluni, tí vegirnir kunnu væntast at vera hálir, serliga um morgnarnar. Eisini tí at fleiri ikki enn hava fingið skift dekkini so tey hóska til árstíðina

Ein føroyskur maður endaði á sjúkrahúsi, eftir at fleiri útlendingar løgdu á hann í býnum, skrivar KvF

Freistin hjá øllum at fara úr Gaza er farin og Ísrael ger seg til reiðar at fara inn í geiran

Spjaðingin millum fólk tykist bara at vaksa, og pressan er týðandi leikari. Eitt kríggj fyri og annað eftir fær okkum ofta at fara í ein part og halda lítið um ella fordøma hin partin

Ring floglíkindi gera, at bæði komur og fráferðir eru seinkaðar í dag

Politiið hevur givið teimum sektaruppskot sum er 1.000 krónur í bót í part

Her er metingin frá Fiskamarknaðinum fyri komandi vikuna

Í Týsklandi er tað ólógligt at vísa stuðul til Hamas, meðan Frakland bannar øllum pro-palestinskum demonstrasjónum

Tað segði forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, í kvøld í eini talu um ísraelsku álopini í Gaza, skrivar Times of Israel

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum viðurkennir, at eitt nú SSL-sáttmálin nú er so vánaligur, at kappingarførið er burtur

Verksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi varð í morgun enn meira skert. Hetta hevur við sær, at 150 viðgerðir um vikuna verða útsettar, skrivar KVF

Norður-Korea hevur latið nógva hernaðarliga útgerð til Russlands at brúka í krígnum í Ukraina

Upptøkur hjá Hamas sigast vísa venjingar til deyðiliga álopið á Ísrael undir 1 kilometur frá markinum hjá Ísrael

Ukrainskar deildir sprongdu russiskt tok í Melitopol og steðga harvið veitingini til vígvøllin

Tað verður stormur í Hirtshals í morgin, og tí er fráferðin hjá Norrønu útsett til sunnudagin

Nýggi Gadus, sum varð yvirtikin fyri umleið tveimum vikum síðani, verður doyptur komandi sunnudag klokkan 14.00 í Klaksvík. Skipið er í dag vestanfyri Írland

- Jákup Sverri er júst liðugur við árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski.

Putin er eftir 19 mánaðir framvegis drívmegin handan «hernaðarligu spesialoperasjónina» í Ukraina. Varnar metingar siga at fleiri túsund hermenn og sivil hava latið lív higartil

Skattatrýstið í Føroyum var 40,6 prosent í 2022

Einaferð í morgin kemur helst stórálopið, sum skal reinsa Gaza fyri Hamas yvirgangsfólk

Ísraelski herurin sigur seg hava rakt yvir 750 hernaðarlig mál í Gazageiranum í nátt

Næsti kommunustýrisfundurin hjá Runavíkar Býráð verður í nýggjum og snotiligum hølum. Fundurin verður í gamla skúlanum frá 1891

Íraelskir hermenn hava í kvøld sorla sundur fimm bygningar, har Hamas-limir hildu til

Ísrael heldur fram at bumba Gazageiran í krígnum móti Hamas

Presturin hjá føroysku katolikkunum rýmdi av landinum, tí tað var alt ov tvørligt at vera her eftir at danir fingu sonevndu imamlógina

Blómuhúsið hjá Haraldi S. Hammer lat upp nýggjan handil á Toftum í dag. Handilin hevur leigað seg inn í “Sannusa handil” á Toftavegi 10 á Toftum

Stadionøkið í Gundadalið verður aftur skipað sum parkeringsforboðssona, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri uppmerktu parkeringsbásarnar

Sunnudagin 15. oktober kl. 15.00, verður hátíðarhald á Giljanesi tá 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi veðrur handaður lærarum og næmingum at taka í nýtslu

Støðan í Gaza er um at náa eitt kristiskt punkt. Tað ávarar Reyði Krossur um í dag

- Fyri einum ári síðani byrjaði tilgongdin at gera eina nýggja ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, ið skal vera grundarlag undir okkara arbeiði framyvir

Itay (30) og Hadar Berdichevsky (30) vórðu dripin av Hamas – men áðrenn tey doyðu náddu tey at fjala tvíburarnar

- Leiðslur á arbeiðsplássunum á sáttmálaøkjum Starvsfelagsins megna ikki í nóg stóran mun at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og eina sunna mentan á arbeiðsplássinum

Ísraelski orkumálaráðharrin, Israel Katz, skrivar á sosiala miðlinum X, at Gaza fær hvørki vatn ella el fyrr enn burturfluttu gíslarnir eru komnir aftur til Ísraels

- Teir hava skotið eftir øllum. Nýføðingum í barnavogni, fólkum á gøtuni, familjum í bili

Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Størsti partur av vøkstrinum seinasta árið var millum ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum

Botnlinjan vísir eitt hall á slakar 700 túsund krónur fyri skatt. Eginognin er tí negativ við 1,6 milliónum krónum við ársenda 2022, skrivar Norðlýsið