Svar upp á fyrispurning nr. 52-043/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um ultraljóðskanning til barnakonur, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Verður arbeitt við at veita tilboð um ultraljóðskanning til barnakonur í viku 12?
2. Um nei, er hetta nakað, ið landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at gera?
Spurningarnir verða svaraðir undir einum:
Landsstýriskvinnan ynskir at fáa sett í verk eitt tilboð um ultraljóðskanning í viku 12 í Føroyum.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er játtan sett av til at styrkja barnakonuøkið við millum annað at styrkja vaktarlagið innan gynekologi/obstetrik. Við atliti at fáa styrkt økið, havi eg eisini ynskt at fáa lýst, hvat krevst fyri at seta tilboðið í verk, og hvørjir fyrimunir og møguligir vansar eru hesum viðvíkjandi. Áheitan er send Sjúkrahúsverkinum um at fáa lýst hesi viðurskifti.
Sum dømi kann nevnast, at hini Norðurlondini í dag bjóða øll ultraljóðskanning í viku 12.
Danska Heilsustýri mælir til, at barnakonur fáa bjóða tvær ultraljóðskanningar í viðgongutíðini.
Sundhedsstyrelsen skrivar, at: - Fyrra skanningin verður gjørd í viku 11–13 og kann staðfesta, um lív er í fostrinum og hvussu langt viðgongutíðin er komin. Eisini kann skanningin staðfesta eina meira
nágreiniliga termin, og um talan er um meira enn eitt fostur.
Harumframt kann kvinnan velja at fáa mett um sannlíkindini fyri kromosombroytingum.
Seinna skanningin verður gjørd í viku 18–21 og kannar millum annað, um fostrið veksur sum væntað, menningina av lívgøgnum sum hjarta, lungu og nýru og hvar móðurkøkan liggur.
Í eitt nú Danmark verður vanliga mælt til at seta føðingina í gongd, tá kvinnan er farin 10 dagar út um ásettu terminina. Tí hevur ein neyvari terminsáseting stóran týdning fyri eina trygga og fakliga væl grundaða handfaring av barnsburðargongdini. Tá ið graviditeturin fer langt út um
termin, kann vandin fyri ávísum trupulleikum økjast.
Eitt skipað tilboð um skanning í 12. viku vil sostatt styrkja góðskuna í barnsburðartænastuni og geva bæði fakfólki og barnakonum betri grundarlag fyri teimum avgerðum, sum verða tiknar ígjøgnum burðartíðina og føðing.
Heilsu- og orkumálaráðið, 29. september 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



