Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Tónleikur

Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum.

Fýra Aldursbólkar
Kappast verður í fýra ymiskum aldursbólkum. Hesir eru:

  • Bólkur 1: 0 til og við 11 ár
  • Bólkur 2: 12 til og við 15 ár
  • Bólkur 3: 16 til og við 19 ár
  • Bólkur 4: 20 til og við 24 ár
  • Bólkur 1 kappast mikudagin 24. februar
  • Bólkur 2 kappast hósdagin 25. februar
  • Bólkur 3 kappast fríggjadagin 26. februar
  • Bólkur 4 kappast leygardagin 27. februar

Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum.

Dómsnevndin
Dómsnevndin er:

  • Dávur Juul Magnussen, høvuðsdómari
  • Alastair Sinclair, umboðandi tónleik í breiðari merking
  • Marta Torkilsdóttir Johannesen, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla
  • Andrias Vilhelm Poulsen, umboðandi Føroya Symfoniorkestur
  • Cinthia Gonzáles Parada, umboðandi áhoyrararnar

 

Tilmeldingarfreistir
Tvær tilmeldingarfreistir eru:

Bólkur 3&4 - luttakarir millum 16-24 ár: 1. desembur 2026

Bólku 1&2 - luttakarir upp til og við 15 ár: 15. januar 2027

Til ber at melda til umvegis heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla:

https://www.tm.fo/stella-polaris/stella-polaris-tilmeldingarsida/

GG: upprunaliga varð freistin sett til 15. novembur fyri allar bólkar. Hon er nú deild í tvey og flutt til omanfyristandandi dato.

Undanfarin ár
Fyrsta kappingin varð hildin í 2014. Tey, sum hava vunnið elsta bólkin gjøgnum árini, eru:

  • 2014 - Mattias Kapnas (klaver)
  • 2015 - Alvi Joensen (gittar)
  • 2017 - Dávur Birgisson (gittar)
  • 2019 - Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)
  • 2021 - Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)
  • 2023 - Andrias Blaasvær (violin)
  • 2025 - Elin Rasmussen (violin)

Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini. Fleiri av vinnarunum og luttakarunum teljast nú millum tey fremstu ungu tónleikafólkini í Norðurlondum.

Nærri kunning
Nærri kunning fæst á heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla:

www.tm.fo/stella-polaris/klassiskt/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #