

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-017/2025 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um Dalstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður tunnilsarbeiðið og vegarbeiðið í sambandi við Dalstunnilin liðugt?
2. Letur Dalstunnilin upp fyri árslok 2025?
3. Hvør er kostnaðurin av øllum arbeiðinum?
4. Nær verður byrjað at bora Tjørnuvíkartunnilin?
Svar til spurning 1
Fyrsta skotið í Dalstunlinum var 5. novembur 2020 og tunnilin var skotin ígjøgnum 9. november 2023. Síðani tá hevur verið arbeitt við at gera tunnilin, umframt økið kring tunnilin liðugt.
Í 2025 hevur serliga verið arbeitt við at tryggja tunnilin lidnan og at gera portalarnar. Í løtuni verður takið á portalinum stoypt Dalsmegin, og síðan verður takið á portalinum í Húsavík eisini gjørt liðugt. Arbeitt verður við at gera vegabreytina lidna í tunlinum. Breytin verður bygd upp við gróti. Hetta arbeiðið verður helst liðugt í heyst.
Vegirnir uttanfyri tunnilin verða vantandi asfalteraðir í oktobur - novembur. Roknað verður við at nevndu arbeiði verða liðug í 2025. Vegurin inni í tunlinum verður vantandi asfalteraður, tá ið øll arbeiði í tunlinum eru liðug, so hesi arbeiði ikki gera skaða á asfalti.
Tað sum so er eftir at gera, er el - arbeiðið í sjálvum tunlinum, tað vil siga tekniskar installatiónir, trygdarútgerð, ljós og tílíkt. Hetta verður fyrireikað í løtuni, og ætlanin er at bjóða arbeiðið út fyrst í oktobur í ár. Roknað verður við at el – arbeiðið verður liðugt til várs. Samstundis verða onnur smærri arbeiði gjørd. Lendisarbeiðið kring portalarnar og fram við vegunum skal gerast liðugt, og økið ruddast.
Svar til spurning 2
Tunnilin letur vantandi upp, tá ið el-arbeiðið er liðugt til várs.
Landsverk metir, at tað kann verða møguligt at leiða ferðslu gjøgnum tunnilin áðrenn hetta, tá ið vegabreytin í tunlinum er gjørd liðug. Tað kann verða gjørt eftir avtalu, har koyrt verður ígjøgnum tunnilin tá ið veðrið er soleiðis, at tað er ringt at koyra eftir gamla vegnum. Ella til dømis at koyra ávísar klokkutíðir har koyrt verður við niðursettari ferð. Ferðslan eigur at verða lagað til tørvin hjá teimum, sum búgva í Dali, og ætlanin er at hava ein borgarafund í Dali áðrenn veturin, at hoyra bygdafólkið.
Svar til spurning 3
Nýggja farleiðin til Dals verður mett til at kosta 173 mió. kr. Við í kostnaðinum er sjálvur tunnilin, breiðkingar av vegum og asfaltarbeiðið uttanfyri tunnilin. Ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og í Dali eru breiðkaðir. Eisini er eitt stórt arbeiði gjørt á vegnum til Skálavíkar, har vegurin er rættaður upp við grótið frá tunlinum, ið eisini er innroknað í kostnaðin.
Arbeiðið hjá tunnilsliðnum við Dalstunnilinum er væleydnað, og vísir eisini, at tað ber til at gera tunlar við fakarbeiðstøkum. Tað merkir, at fleiri ymiskar fyritøkur kunnu gera partar av arbeiðinum, eisini smærri fyritøkur úr lokaløkinum.
Svar til spurning 4
Arbeiði at fyrireika verkætlanina við Tjørnuvíkartunlinum hevur gingið væl, og er útbjóðingartilfarið til sunnara portaløkið klárt. Neyðug loyvi eru fingin frá friðingarmyndugleikum til at kunna fara undir tunnilsverkætlanina. Ein verklagslóg skal gerast, og arbeiðið er treytað av nøktandi játtan.
Tað ber ikki til at siga nú nær farið verður undir at bora Tjørnuvíkartunnilin, men er hann raðfestur fremst av tunnilsverkætlanunum.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo