Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-054/2026 frá Haraldi Símunarson Hammer, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um Tjørnuvíkartunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fara undir arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum, og nær kunnu fólk í Tjørnuvík vænta, at fyrsta skotið verður latið av?
Svar:
Vegurin til Tjørnuvíkar læt upp fyri almennari ferðslu í 1966, tað vil siga fyri 60 árum síðani.
Vegurin er 4,3 km langur, er smalur, liggur í brattlendi, og tað kann tykjast hættisligt at koyra. Tað er nógv ferðsla á Tjørnuvíkarvegnum, tí bygdin er eitt vælumtókt ferðamál.
Tjørnuvíkartunnilin er liðugt fyrireikaður. Farleiðin til Tjørnuvíkar fer at lúka øll nútíðar krøv til dygd, trygd og framkomuleika.
Landsverk arbeiðir við eini loysn, har tunnilin byrjar beint norðanfyri Marmaskallará í Haldórsvík, og kemur út í Dalinum í Tjørnuvík. Tunnilin verður umleið 2,3 kilometrar langur við tveimum koyribreytum og allari vanligari tekniskari útgerð. Vegagerðin verður 100 metrar Tjørnuvíkarmegin, og nakrar fáar metrar við sjálvt inntakið sunnaru megin. Harumframt verður neyðugt at breiðka vegin frá brúnni við Streymin norður til tunnilin. Ætlanin er at brúka grót úr tunlinum til vegin.
Arbeiðið við verkætlanini verður skipað soleiðis, at inntakið við Marmarskallará fyrst verður gjørt klárt, har grivið og sprongt verður fyri tunnilsmunnan. Síðan verður tunnilsútgerðin flutt norður, og arbeiðsplássið skipað. Miðað verður eftir, at allar fyrireikingar verða klárar, soleiðis at farið verður undir at bora tunnilin seint í 2027 ella tíðliga í 2028.
Tøka játtanin til nýggju farleiðina til Tjørnuvíkar verður 22,2 mió. kr. í 2027. Landsverk mælir til, at játtanin verður umleið 30 mió. kr. í 2028, og síðani í minsta lagi 35 mió. kr. um árið, soleiðis at tað verður framdrift í arbeiðinum.
Fólk í Tjørnuvík skulu hava eina trygga farleið til arbeiðis, til skúla og til frítíðarvirksemi. Hetta snýr seg um trivnað í gerandisdegnum. Tí er at fegnast um, at nýggj farleið verður gjørd til Tjørnuvíkar.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



