Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Demografiska gongdin merkir, at talið av fólki, ið eru 80 ár og eldri fer at vaksa munandi komandi árini. Um dekningsstigið skal haldast umleið á sama stigi, sum tað er í dag (25%), er tørvur á at byggja 332 búpláss komandi 10 árini og kostnaðurin er mettur til 1,2 mia. kr. 

Talið av 80+ ára gomlum byrjar at vaksa munandi komandi árini, sí myndina niðanfyri. Orsøkin er øktur livialdur, og harafturat at fleiri stórir árgangir gerast 80+ ára gomul. Talið av 80+ ára gomlum fer at vaksa úr 2.800 fólkum í 2025 til 4.000 fólk í 2035, ein vøkstur á sløk 45%.

Tal av 80+ og 90+ ára gomlum

##med2##

Av tí at tey flestu sum búgva á røktarheimum eru yvir 80 ár, verður talið av fólki, sum eru 80 ár og eldri, nýtt sum meting fyri tørvin á røktarheimsplássum komandi 10 árini.

Talva 1 niðanfyri vísir tal av 80+ ára gomlum og tal av búplássum í 2024. Í miðal var dekningstigið fyri 80+ í Føroyum 24% í 2024, sí talvu 1. Dekningsstigið er talið av 80+ ára gomlum í lutfall til hvørt búpláss. Tað vil siga at, at umleið eitt búpláss er fyri fýra persónar, sum eru eldri enn 80 ár.

Um dekningsstigið skal haldast umleið á sama stigi, sum tað er í dag (25%), er tørvur á at byggja 332 búpláss komandi 10 árini, sí talvu 2. Ymiskt er, hvussu tørvurin er kring landið, tí dekningsstigini eru ymisk í dag. Um bygnaðurin á økinum í framtíðini verður eins og hann er í dag við eldrasamstørvunum, so verður fíggingartørvurin 1,2 milliardir krónur í 2035, við tí fortreyt, at hvørt búpláss kostar 3,7 mió. kr. at byggja.

 Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo