Tórshavnar kommuna: Tíðliga í morgun hevur eitt lutfalsliga grovt æl verið í meginpartinum av Havnini. Aftaná ælið bleiv stjørnuklárt. Hetta førdi hetta við sær, at vegir og gongubreytir blivu knappliga køldir niður og frystu aftur, tí at saltið varð vaskað burtur við ælinum.
Allar maskinur hjá kommununi eru í løtuni úti og salta. Tað tekur tíverri tíð at koma runt til allar gongubreytirnar, og verða gongufólk tí biðin um at ansa sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



