Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-018/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um fleiri kommunulæknar og 
heilsutænastur nærri fólkinum, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni.

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hvussu gongur við ætlanini at styrkja heilsutænasturnar runt landið? 
2. Hvussu nógv nýggj kommunulæknastørv eru sett í hesum samgonguskeiðinum? 
3. Hvussu nógv kommunulæknastørv er ætlanin at seta í heyst? 
4. Nær verður nýggja kommunulæknastarvið í Vágum sett? 
5. Eru ætlanir um, at m.a. sálarfrøðingar verða partur av heilsutænastunum á heilsudeplunum í framtíðini?

Svar: 
Til spurning 1 

Arbeiðið at styrkja heilsutænasturnar kring landið er skipað í stigum. Fyrsta stigið snúði seg um tann yvirskipaða partin, sum er, at seta lógina og mest týðandi kunngerðirnar í gildi. Hetta stigið gongur sum ætlað.  

Tann 1. juni 2025 kom lógin um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum í gildi.

Samstundis, sum lógin varð sett í gildi, vóru fimm kunngerðir settar í gildi, sum stuðla undir at fremja endamálunum við lógini. Heilsumálaráðið arbeiðir við sættu kunngerðini, sum eftir ætlan kemur í gildi 1. desember 2025. Arbeiðið við at orða ávikavist lóg og kunngerðir er gjørt í tøttum samstarvi við viðkomandi partar.  

Við fyrsta stigi eru lunnar lagdir undir at styrkja heilsutænastur runt landið og skipa heilsuøkið   skynsamari. Tá fyrsta stig er liðugt, er møguligt at fara undir næstu stigini, sum eru at fara undir ítøkiliga arbeiðið at styrkja heilsutænasturnar runt landið.  

Til spurning 2 
Higartil í hesum samgonguskeiðnum eru komnar tvær nýggjar kommunulæknaviðtalur afturat, og ein triðja kommunulæknaviðtala letur upp 1. november 2025.  

Nýggju kommunulæknaviðtalurnar eru stovnaðar í hesum støðum: 1. november 2023 í Klaksvík, 1. desember 2023 í Fuglafirði/Gøtu og á Skálafjørðinum verður ein stovnað 1. november 2025.

Harafturat var ein kommunulæknaviðtala flutt av Sandoynni til Tórshavn 1. mars 2024.

Til spurning 3 
Eitt nýtt kommunulæknastarv verður sett í heyst, nevnliga 1. november 2025. Nýggja kommunulæknaviðtalan verður staðsett á Skálafjørðinum.

Til spurning 4 
Vaksandi fólkatalið økir um tørvin á kommunulæknaviðtalum, og hóast nýggjar viðtalur eru settar á stovn seinastu árini, er framvegis tørvur á fleiri. Talið á kommunulæknaviðtalum er tengt at talinum á borgarum í ávísa heilsuøkinum.

Heilsutrygd hevur gjørt eina meting av, hvussu talið av kommunulæknum kann økjast í heilsuøkjunum komandi trý árini. Síðan hevur Heilsutrygd gjørt eina raðfesting, ið er gjørd út frá, hvar miðaltalið á borgarum fyri hvørja viðtalu er hægst. Heilsutrygd hevur víst á, at í Heilsuøkið 3, sum millum annað fevnir um Vágarnar, er miðaltalið á borgarum fyri hvønn kommunulækna lutfalsliga høgt. Við støði í hesum hevur Heilsutrygd m.a. mælt til, at ein kommunulækni afturat verður settur í Vágunum í 2027. Raðfestingin kann broytast við atliti at, hvar hølir eru tøk og við atliti at, at játtan er tøk til endamálið.   

Eg arbeiði støðugt við at økja talið á kommunulæknaviðtalum, samsvarandi tørvinum og við støði í tilmælinum frá Heilsutrygd.

Til spurning 5 
Ætlanin er, at sum frálíður fer ein stórur partur av heilsuveitingunum t.d. kanningar, viðgerðir, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi heilsutænastur og ráðgeving at verða veittar í nærumhvørvinum hjá borgarunum.  

Tá fleiri heilsutænastur verða veittar á heilsumiðstøðunum, fara onnur heilsustarvsfólk eisini at vera har, t.d. sálarfrøðingur, bioanalytikari, farmaseutur, heilsufrøðingur og ljósmóðir.  

Summi av heilsustarvsfólkunum fara at starvast á heilsumiðstøðunum burturav; onnur fara at hava viðtalur har, sum partur av teirra arbeiði í t.d. Sjúkrahúsverkinum ella Apoteksverkinum.

Við at skipa heilsutænasturnar í nærumhvørvinum hjá borgarum, fer at bera til at fáa eitt enn betri og størri samstarv millum fakfólkini á heilsuøkinum og millum geirar. Hetta fer eftir ætlan at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá fólki sum heild. 

Heilsumálaráðið, 26. september 2025 
Súsanna Bertholdsen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo