Eitt av teimum tólv broytingaruppskotinum er at játta pening til tríggjar nýggjar tunlar - ein av teimum fær minni játtan.
Talan er um hesar tunlar:
Vestmannatunnil
Játtaðar verða 2,4 mió. kr. til at fyrireika tunnil til Vestmanna.
Farleið frá flogvøllinum til Vágatunnilin
Játtaðar verða 2,4 mió. kr. til at fyrireika tunnil á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin.
Tunnil Gøtudal – Skálafjørður
Játtanin verður lækkað við 100 tús. kr.
Tað er ein samd Fíggjarnevnd sum leggur hetta broytingaruppskot fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



