Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Limalondini í ES hittast í dag at umrøða eitt samskipað svar uppá hækkandi brennievnisprísirnar.

Hetta hendir, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti við at seta forboð fyri keypi av amerikanskari olju í sambandi við kríggið í Iran, sum hevur elvt til stórt trot á bensini og diesel.

- Vit umhugsa tað í størsta álvara, sigur Trump, sambært BBC.

Trump-stjórnin hevur eisini boðað frá, at ES noyðist at lækka alheims brennievnisprísirnar við at taka úr sínum strategisku orkugoymslum "beinanvegin", skrivar TV 2.

Miðvalið stendur fyri durum í USA, og amerikanarar fara á val í næsta mánaði.

Tí roynir Trump-stjórnin at tálma hækkandi brennievnisprísunum við at fáa ES at leysgeva strategiskar goymslur, sum svara til 120 milliónir tunnur av olju, sambært NBC News.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #