

Um amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki dámar teg, kann tað væl vera endin á tíni yrkisleið sum generalur ella admiralur í amerikansku verjuni.
Tað segði Trump í dag.
- Eg fari á fund við generalar, admiralar og leiðarar, og um tað er onkur, sum mær ikki dámar, so koyri eg teir úr starvi á staðnum, segði forsetin í dag, sambært Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo