Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Onnur tíðindi

Fríggjadagin undirskrivaði Donald Trump eina fyriskipan, sum fyribils setur nýggj revsitiltøk móti Russlandi úr gildi. Tiltøkini vóru samtykt í amerikonsku Kongressini við stuðli frá bæði republikanarum og demokratum.

Talan er millum annað um revsitiltøk móti russiskum bankum, embætisfólkum og skipum, sum flyta russiska olju. Harumframt vóru ásetingar um upp til 100 prosent toll á vørur úr londum, sum keypa stórar nøgdir av russiskari olju og gassi.

Trump grundgevur avgerðina við amerikonskum tjóðaráhugamálum.

Oljuprísirnir hava týdning
Avgerðin kemur stutt eftir, at Trump boðaði frá eini avtalu við russiska forsetan Vladimir Putin um at lata russiska dieselolju koma aftur á altjóða marknaðin.

Sambært avtaluni skal Russland í fyrsta umfari lata 300.000 tons av dieselolju, síðani 500.000 tons í november og seinni enn størri nøgdir.

Endamálið hjá Trump er at fáa olju- og brennievnisprísirnar niður. Prísirnir eru hækkaðir nógv í kjalarvørrinum á krígnum móti Iran, og hetta hevur lagt politiskt trýst á amerikanska forsetan undan miðskeiðisvalinum í november.

Amerikonsku myndugleikarnir hava tí givið undantak frá revsitiltøkunum móti russiskari dieselolju fram til apríl 2027.

Men fleiri búskaparfrøðingar ivast í, um russiska oljan kann ávirka heimsmarknaðarprísirnar stórvegis.

Evropa heldur fast
Í Evropa eru reaktiónirnar hvassar.

Á toppfundinum í Brússel hesa vikuna staðfestu ES-leiðararnir, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu halda fram. Teir harmast samstundis amerikonsku avgerðina um at linka tiltøkini móti russiskari dieselolju.

ES-uttanríkisráðharrin Kaja Kallas hevur gjørt greitt, at neyðugt er at økja trýstið á Russland heldur enn at minka tað.

Franski forsetin Emmanuel Macron hevur somuleiðis funnist at avtaluni, sum hann heldur sendir skeiv boð til Moskva.

Forsetin í ES-ráðnum, António Costa, hevur staðfest, at hetta ikki er tíðin at linka revsitiltøkini, men heldur at økja stuðulin til Ukraina.

Mánadagin setti ES harumframt nýggj revsitiltøk í verk móti 1.569 russiskum persónum og fyritøkum, sum hava samband við russiska hernaðarídnaðin.

Ukraina óttast avleiðingarnar
Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj hevur kallað dieselavtaluna eina gávu til Putin.

Ukrainska stjórnin óttast, at russiskar oljuinntøkur fara at styrkja fíggjarliga grundarlagið undir krígnum.

Samstundis hevur Trump funnist hvassliga at Zelenskyj og ukrainsku álopunum á russisk oljureinsiverk.

Russland hevur hinvegin hildið fram við álopum á ukrainska orkuundirstøðukervið.

Vaksandi gjógv millum USA og Evropa
Gongdin vísir eina vaksandi ósemju millum USA og Evropa um, hvussu kríggið í Ukraina skal enda.

Trump leggur dent á at fáa orkuprísirnar niður og royna at fáa eina avtalu við Moskva, meðan evropeisku leiðararnir halda fast við, at búskaparligt trýst er neyðugt fyri at fáa Russland til samráðingar.

Samstundis er støðan ikki heilt uttan mótsagnir. Fleiri ES-lond keypa framvegis russiskt gass, hóast samveldið hevur sett sær fyri at gera seg óheft av russiskari orku.

Við nýggjastu avgerðini hjá Trump er munurin millum amerikonsku og evropeisku leiðina tó vorðin enn sjónligari.

Spurningurin er nú, um Evropa megnar at varðveita og herða trýstið á Russland, samstundis sum USA linkar síni tiltøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #