Amerikanski forsetin, Donald Trump, saksøkir bretska miðlarisan BBC fyri ærumeiðing, vísa rættarskjøl, sambært tíðindastovuni Reuters.
BBC hevur viðgingið, at klippingin í einum dokumentarfilmi um álopið á amerikansku kongressina 6. januar 2021, gevur eina skeiva fatan, so tað sær út sum Trump forseti eggjar til harðskap í røðuni, hann helt fyri sínum stuðlum, áðrenn kongressin var stormað, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



