Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt nei takk til eitt tilboð frá Iran, sum hevur skotið upp eina avtalu í fleiri liðum, sum eisini umfatar at Hormuzsundið verður latið upp aftur.
- Teir eru við at tapa, tí vilja teir hava eina avtalu, sigur forsetin á miðli sínum, Truth Social, og leggur eina mynd út av Hormuzsundinum sum nú eitur Trumpsundið.
Ónavngivnir amerikanskir embætismenn siga við The Wall Street Journal, at forsetin helst fer at taka uppaftur álopini á Iran, eftir miðvalið í USA 3. novembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



