Venesuela skal "geva víðari" millum 30 og 50 milliónir tunnur av sanktioneraðari olju til USA, segði Donald Trump, forseti, týsdagin.
- Hendan oljan verður seld til marknaðarprís, og peningurin verður umsitin av mær, sum forseti í USA, fyri at tryggja, at hann verður brúktur til frama fyri fólkið í Venesuela og USA, skrivar Trump í einum uppslagi á sosialu miðlunum.
- Oljan skal heintast við goymsluskipi og flytast beinleiðis til USA, skrivar Trump.
Stjórnin í Venesuela ella virkandi forsetin í landinum, Delcy Rodríguez, hava higartil ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanina hjá Trump, skrivar VG..
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



