– Eg vil ikki handla við Spania, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, tá hann og Mark Rutte hittu pressuna undir Nato-toppfundinum í Ankara í Turkalandi, sambært Reuters.
Forsetin hevur eftir øllum at døma biðið amerikanska fíggjarmálaráðharran um at steðga øllum handli við landið.
Trump heldur, at Spania stuðlar ov lítið NATO og kallaði Spaniu fyri ein "ringan" lim, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



