- Nei, vit hava ikki steðgað við at deila upplýsingar, segði Trump uttanfyri Hvíta Húsið seinnapartin í dag.
Hann segði við tíðindafólk, at bæði Russland og Ukraina ynskja frið, men at teimum tørvar hjálp frá USA.
Sambært Financial Times hóttu amerikanarar mikudagin við at skerja fregnartænastudeilingina við Ukraina undir samráðingunum við friðarsemingsfólk í Miami.
Mánakvøldið leyp Russland á Ukraina við fleiri rakettum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



