Trý fólk eru dripin og 36 særd í tveimum álopum á flogvøllir í Saudi Arabia, upplýsir flogferðslumyndugleikin í landinum, sambært tíðindastovuni Reuters.
Ein persónur doyði og átta fingu skaða í álopinum á altjóða flogvøllin King Khalid í høvuðsstaðnum Riyadh. Í einum øðrum álopi á flogvøllin í býnum Abha doyðu tvey fólk og 28 fingu skaða, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



