(mynd gjørd við vitlíki)
(mynd gjørd við vitlíki)
Ímynda tær, at knappliga ein dagin standa einir túsund amerikanskir hermenn í Nuuk, og teir siga, at nú er tað teir sum ráða her.
Ímynda tær so, at Stars and Stripes verður vundið á stong, og amerikanski forsetin trínur fram á skíggjunum og boðar frá, at USA hevur "tikið við valdinum" í Grønlandi.
Sambært fleiri serfrøðingum er hetta ein støða, sum Europa ongan veruligan møguleika hevur at gera nakað við.
- Vit fara ikki í kríggj við USA. Tað kemur ikki at henda. Og tí kann Trump í veruleikanum gera sum honum lystir, eisini taka sær Grønland, um hann vil, tað sigur franski trygdarserfrøðingurin, Nicole Gnesotto við Politiken.
Tann dagin, tað hendir, stendur Nato í "skarni upp um bæði oyru", sum hon málber seg.
Fleiri aðrir serfrøðingar, miðilin hevur tosað við, eru samdir og vísa eisini á, at skuldi hetta hent, so merkir tað í somu løtu, at Nato kann pakka saman.
Í gjár segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at eitt amerikanskt álop á eitt Nato land fær "alt at enda".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



