Verið ansin, um tit hava heiltíðarvanlukkutrygging hjá Trygd, um óheldið er úti!
Eg havi á mín egna kropp følt sviðan av arbeiðsháttinum hjá Trygd í knøpp 3 ár. Hvussu kann meinstigið hjá Trygd vera sett 30 prosentstig lægri enn hjá Betri trygging? Sami persónur, sami tryggingartakari, sama heiltíðarvanlukkutrygging, sami skaði. Men 30 prosentstig á muni!
Hvat er meinstig?
Meinstig sigur nakað um, hvussu stórt mein ein fær av einum skaða. Um tú fært ein skaða, sum hevur við sær, at tú missir 30% av førleikunum, so hevur tú eitt meinstig upp á 30%.
Vanlukkutrygging tryggjar ein persón fyri t.d. 500.000 krónur. Um meinstigið er 30%, verður útgjaldið 30% av hesari upphæddini.
Trygd sigur, at mítt meinstig er 5%, og Betri trygging sigur, at mítt meinstig er 35%. Talan er um júst sama skaða.
Hvussu kunnu tryggingarfeløgini hava eina so misjavna málsviðgerð av einum kunda, sum hevur teknað somu heiltíðarvanlukkutrygging hjá báðum feløgunum, onnur er privat, og hin er ígjøgnum eitt fakfelag.
Eg fái ein skaða, sum tíverri er so mikið álvarsamur, at eg frá at vera 100% arbeiðsfør – og sambært kommunulækna og mínum journalum fram til skaðan heilt frísk – mátti fáa hægstu fyritíðarpensjón eftir skaðan.
Bæði feløgini hava atgongd til somu kommunulæknakanningar, røntgenmyndir, skanningar o.s.fr.
Teir vanligu kundaráðgevarnir hjá Trygd upplýstu fyri fakfelagnum, at tá ið ein tryggingartakari er tryggjaður hjá Trygd og Betri trygging, plaga tey altíð at deila niðurstøður frá serlæknum o.a. ímillum sín.
Hetta er ikki gjørt í mínum føri, hóast Trygd hevði atgongd til alt.
Tað er eisini munur á, hvat ið stjórin segði um mannagongdina hjá Trygd, og tí, sum tað vanliga starvsfólkið á Trygd segði um mannagongdina.
Munurin á arbeiðsháttinum hjá Trygd og Betri trygging er sera stórur. Trygd hevur ongantíð kannað meg, ongantíð tosað við meg, ikki biðið um læknakanning 2, funktiónstest ella endaliga læknakanning hálvt annað ár eftir skaðan.
Sum skilst, so hevur teirra læknaserfrøðingur, ið situr í Danmark, so nógva vitan um meg, at ongar kanningar hava verið neyðugar, eingin samtala og eingin fysisk kanning.
Hesin læknaserfrøðingurin segði í fyrstu afturmeldingini: "Er vi søde, kan vi sætte mengrad til 5%!"
Sera niðurgerandi.
Hóast eg persónliga fleiri ferðir bað um læknakanningar at verða gjørdar av óheftum lækna, so var Trygd ikki til at vika.
Kært bleiv til Ankestyrelsen, og hetta hevur tikið langa tíð. Endiliga fekk Trygd í septembur í ár at vita frá Ankestyrelsen, at málið als ikki var nóg væl greinað frá teirra síðu.
Tey vilja - hóast hetta - ikki broyta sína niðurstøðu um mín skaða.
Er hetta tann tænasta, ið Trygd bjóðar sínum kundum? Ja, í mínum føri arbeiða tey í øllum førum hart fyri at sleppa undan at gjalda tryggingartakaranum.
Mannagongdin hjá Trygd tykist at vera at bara lata fólk kæra, og fakta er, at tey flestu hava ikki møguleika at kæra, tí tað kostar ov nógv at hava advokat til hetta, og tá hevur Trygd vunnið. Soleiðis sleppur felagði undan at gjalda út fyri skaðan umframt at nakrantíð gjalda fyri óheftar serlæknakanningar, funktiónstestir, læknaváttanir o.s.fr.
Harafturímóti var fyrsta kanningin av mær hjá Betri trygging gjørd av teirra lækna 1/2 ár eftir skaðan. Og eg bleiv um sama mundið kannað av donskum serfrøðingi innan mín skaða, og setti hann meinstigið longu tá til 35% grundað á fysisku kanningarnar og samrøðu við meg og allar kanningar, ið vóru gjørdar fram til tá.
Kommunulæknin hevði somu niðurstøðu um meinstig frá fyrsta degi: 35%.
1,5 ár eftir skaðan varð avtala gjørd við sama danska serlækna, ið Betri trygging var sinnað at brúka til endaligu kanningina av mær. Aftur hesa ferð bleiv eg gjølla kannað, og niðurstøðan var tann sama: 35% meinstig.
Betri trygging brúkti eisini eitt óheft útlendskt felag til endaligu kanningina, og var niðurstøðan tann sama har.
Nú eri eg so troytt av Trygd og teirra arbeiðshátti og niðurgerð ímóti mær persónliga. Tí havi eg valt at leggja hetta alment út nú og vil, at øll skulu vita, hvussu ein kundi kann blíva viðfarin av Trygd.
ónøgdur tryggingartakari
VP hevur biðið Tryg um eina viðmerking
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



