Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-041/2026 frá Kristian Krog Hentze, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um tunnilin undir Traðarhamri og farleiðina til eystanbygdirnar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat vísa royndarboringarnar á Traðarhamri um jarðfrøðina og møguleikan at gera tunnilin undir Traðarhamri?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at endaliga frágreiðingin frá royndarboringunum verður liðug, og verður hon løgd alment fram?
3. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum, at tunnilin undir Traðarhamri verður prosjekteraður og boðin út sum partur av samlaðu verkætlanini um Suðuroyartunnilin, hóast orðingin í § 3, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini er „møguligum tunli undir Traðarhamri“?
4. Hvussu langur verður tunnilin eftir ætlan, hvar verða tunnilsmunnarnir staðsettir, og hvussu verður tunnilin bundin í verandi landsveg í Traðardali og vegirnar til Skálavíkar og Skarvanes?
5. Ætlar landsstýrismaðurin, at tunnilin undir Traðarhamri verður gjørdur liðugur, áðrenn farið verður undir sjálva boringina av Suðuroyartunlinum úr Djúpadali, soleiðis sum mælt varð til undir nevndarviðgerðini?
6. Hvør er fyribils kostnaðarmetingin fyri tunnilin undir Traðarhamri og tilhoyrandi vegagerð, og nær væntar landsstýrismaðurin, at verkætlanin kann verða boðin út og arbeiðið byrja?
Svar til spurning 1
Royndarboringin á Traðarhamri varð liðug miðskeiðis í september 2026.
Síðan er boriholið loggað, og borukjarnarnir sendir til Jarðfeingi til nærri greiningar. Av tí at so stutt er fráliðið, er greiningararbeiðið ikki liðugt, og ongar endaligar niðurstøður eru gjørdar enn. Tó vístu kanningarnar undir sjálvari boringini eftir øllum at døma ikki nakað óvæntað.
Svar til spurning 2
Væntandi fær P/F Suðuroyartunnilin eina frágreiðing við endaligu jarðfrøðiligu niðurstøðunum frá Jarðfeingi fyri ársskiftið 2026.
Vanliga verða slíkar frágreiðingar ikki lagdar alment fram, men innlit kann fáast í frágreiðingina.
Svar til spurning 3
Ætlanin er, at farleiðin verður prosjekterað og boðin út sum partur av samlaðu verkætlanini um Suðuroyartunnilin.
Um loysnin verður ein vegur eftir Traðarhamri, ella um tað verður ein vegur og tunnil gjøgnum Traðarhamar, verður avgjørt út frá vega- og ferðslutekniskum viðurskiftum, umframt ávirkanini á umhvørvið.
Svar til spurning 4
Forprojektið fyri tunnilin gjøgnum Traðarhamar og tilhoyrandi vegir er ikki liðugt enn, men verður gjørt í heyst. Um tað verður ein tunnilsloysn, er ætlanin, at tunnilin fer inn Uppi í Heiðini oman fyri Sandslíð og út aftur norðan fyri Miðstovugarðin í Trøðum/Traðardali. Tunnilin verður umleið 1.700 metrar langur.
Vegurin í Traðardali, frá tunnilsmunnanum norður til Sandoyartunnilin, fylgir væntandi markinum millum innangarðs- og uttangarðsjørðina norðureftir. Nakað norðan fyri Meginskúlan snarar vegurin oman móti íbindingini í vegin til Sandoyartunnilin, har ein rundkoyring verður gjørd. Frá tunnilsmunnanum uppi á Traðarhamri gongur vegurin ætlandi suðureftir og verður bundin í vegin til Skarvanes og eysturbygdirnar.
Svar til spurning 5
Sum greitt frá omanfyri, er ætlanin at tunnilin gjøgnum Traðarhamar verður prosjekteraður og boðin út, sum partur av samlaðu verkætlanini um ein Suðuroyartunnil.
Endalig avgerð er tó ikki tikin um, hvørt tað verður ein tunnilsloysn ella ein vegaloysn.
Svar til spurning 6
Eingin nýggj kostnaðarmeting er gjørd, síðan málið varð viðgjørt í Løgtinginum.
Tunnilsfelagið upplýsir tó í sambandi við henda fyrispurningin, at ein loysn við tunli gjøgnum Traðarhamar og tilhoyrandi vegagerð leysliga verður mett til at kosta millum 300 og 350 mió. kr.
Ein vegaloysn eftir Traðarhamri, uttan tunnil, kostar hinvegin umleið 150-170 milliónir krónur.
Um fyrireikingarnar ganga sum ætlað, og myndugleikaviðgerðin ikki seinkar verkætlanini, kann verkætlanin sambært tunnilsfelagnum bjóðast út um eini tvey ár. Síðan skal Løgtingið aftur taka støðu til, um farast skal undir verklagsarbeiðið.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



