Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin
Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-065/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um serlæknapuljuna, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hvør er orsøkin til, at serlæknapuljan er strikað í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027?

2. Hvussu samsvarar tað við, at Landssjúkrahúsið skal verða eitt universitetssjúkrahús?

3. Hvørjar avleiðingar kann hetta hava fyri sjúkrahúsverkið?

4. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri núverandi og komandi manning av serlæknum í kvinnusjúkum?

Svar:   
Til spurning 1 

Serlæknapuljan er eitt rímiliga nýtt átak í Sjúkrahúsverkinum. Grundarlagið var eitt tilmæli í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið frá 2016 og var soljóðandi:  

“Mælt verður til, at peningurin, sum í dag verður nýttur til konsulentar og uttanlandsviðgerð, eigur í størri mun at verða nýttur til at útvega serlæknar í føstum starvi. Harumframt verður mælt politisku skipanini til, at umframt játtanina á 5 mió. kr., sum er sett av í 2017, eisini játtar 5 mió. kr. afturat um árið í 2018, 2019 og 2020 til at manna upp við serlæknum og øðrum heilsustarvsfólkum”.

Hóast hetta, hevur Løgtingið valt at áseta eina serlæknapulju á hvørjum ári síðani 2017.

Fyrimunurin við serlæknapuljuni er, at hon hevur givið møguleika at seta serlæknar út um verandi normering, tá tørvur og møguleiki hava verið fyri tí.  

Tað merkir samstundis ikki, at tað ikki er møguligt at seta serlæknar í føst størv í Sjúkrahúsverkinum uttan eina serlæknapulju. Tað kann nevnliga gerast har tað er tøk normering og í samsvar við omanfyrinevnda tilmæli, har tað verður mælt til “...at peningurin, sum í dag verður nýttur til konsulentar og uttanlandsviðgerð, eigur í størri mun at verða nýttur til at útvega serlæknar í føstum starvi.”   

Í dag eru tøkar normeringar har serlæknastørv eru mannaði av konsulentum, sum í staðin kunnu mannast við fastsettum serlæknum, sum mælt varð til í áðurnevndu menningarætlan. Í ætlanini varð eisini víst á, at loysnin við konsulentum var munandi dýrari og fyri sjúklingin ein verri loysn.

Vit hava eitt avmarkað fíggjarligt rásarúm í 2027, og tí mugu vit velja millum fleiri góð og neyðug átøk. Hesa ferð hava vit raðfest onnur økir. Millum annað er raðfest at styrkja bráðfeingis tilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum innan barnsburðar- og narkosuøkini. Átøk innan krabbameinsøkið, íleguberarakanningar og endurvenjing eru eisini raðfest.

Bæði barnsburðarøkið og narkosuøkið eru týdningarmikil og viðbrekin øki, har ein vælvirkandi bráðtilbúgving hevur stóran týdning. Við hesi raðfestingini styrkja vit serlæknaorkuna og geva Landssjúkrahúsinum betri møguleikar at tryggja støðufesti í vaktarviðurskiftunum.

Vert er eisini at nevna, at arbeitt verður eisini langsiktað við at útbúgva fleiri læknar í Føroyum, fyri at tryggja framtíðar serlæknatørvin. Játtanin til útbúgving av yngri læknum er økt seinastu árini og í vár varð til dømis játtan fingin til vega til tvey deild høvuðsútbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.  

Til spurning 2 
Ein serlæknapulja kann verða við til at menna Sjúkrahúsverkið, eisini sum universitetssjúkrahús.

Neyðugt er, at hava bæði førleikar og arbeiðsorku til sjúklingaviðgerð, útbúgving og gransking.

Tí kann tað fáa ta avleiðing, at tilgongdin við at skipa sjúkrahúsi sum universitetsjúkrahús kann verða seinkað, tá serlæknapuljan ikki verður raðfest sum ein serstøk játtan í 2027.

Til spurning 3 
Tað ber ikki til at siga út frá serlæknapuljuni einsamallari, hvørjar avleiðingar tað fær fyri til dømis einstakar viðgerðir ella bíðilistar. Serlæknapuljan er ikki raðfest sum serstøk játtan í 2027, og Sjúkrahúsverkið má skipa virksemið innan tær játtanir og raðfestingar, sum eru lagdar fram.

Til spurning 4 
Játtan er sett av til at styrkja manningina av serlæknum í kvinnusjúkum, við tí endamáli at styrkja bráðfeingis tilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum, innan barnsburðarøkið. Eisini er rúm til fleiri setanir innan verandi normering og málið er eisini at styrkja føstu manningina, men í skiftistíðini kann verða neyðugt at økja konsulenthjálpina.

Sambært Sjúkrahúsverkinum er neyðugt at økja verandi normering frá fýra til seks serlæknar, fyri at tryggja neyðugu manningina fyri hetta økið í framtíðini.  

Heilsu- og orkumálaráðið, 16. oktober 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #