Skúlablaðið: Bygdin í skúlanum og skúlin í bygdini er yvirskipaða hugsanin við umskipaðu undirvísingini í handaverki og list í Eiðis skúla. Fyri fimm árum síðan broytti leiðslan í skúlanum kreativu og handaligu lærugreinirnar til ístaðin at taka støði í tí staðbundna.
Næmingarnir í fimta og sætta hava síðan kunnað valt millum gagnlist og sjóvinnu, og næmingarnir í sjeynda flokki millum smíð, bygdarmentan og handaligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



