Næsta týsdag, sum er týsdagin 3. november fara amerikanarar á val. Hetta er sokallaða miðvalið, sum verður hildið mitt í einum fýra ára forsetaskeiði.
Allir 435 sessirnir í Umboðsmannatinginum og 35 av teimum 100 sessunum í Senatinum skulu veljast av nýggjum. Hesi bæði tingini ella kømrini mynda Kongressina, amerikanska lóggávutingið. Harumframt velja amerikanarar guvernørar og politikarar í statum og kommunum.
Republikanararnir hjá Donald Trump, forseta, hava í løtuni meiriluta í báðum kømrum. Missa teir annað ella bæði, verður truplari hjá forsetanum at fáa sín politikk samtyktan.
Ein demokratiskur meiriluti í Umboðsmannatinginum kann steðga lógaruppskotum og seta kanningar í verk av stjórnini. Senatið hevur eisini avgerandi ávirkan á, hvør verður góðkendur sum ráðharri, sendiharri og dómari. Trump varðveitir tó forsetavaldið og kann nokta at undirskriva lógir.
Demokratarnir hava undanvind
Veljarakanningarnar benda á, at tað verður trupult hjá republikanarunum at varðveita meirilutan. Kanningarnar vísa, at í onkrum stati, har tey hava valt republikanskt í útivið 100 ár, kann úrslitið nú gerast sigur til demokratarnar.
Valið verður avgjørt í einstøkum valdømum og statum, og bæði valluttøkan og lokalu valevnini hava týdning.
Sambært greiningartænastuni hjá Evropatinginum eru demokratarnir favorittar at vinna Umboðsmannatingið, meðan kappingin um Senatið er meira opin. Har hava republikanararnir 53 sessir móti 47 hjá demokratunum og teirra samstarvsfólkum. Demokratarnir skulu vinna fýra sessir afturat fyri at tryggja sær meirilutan.
Valið er sostatt bæði ein meting av fyrru helvt av forsetaskeiðinum hjá Donald Trump og ein avgerð um, hvussu stór politiska mótstøðan móti honum skal vera fram til forsetavalið í 2028.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



