“Lóg og rætt!” segði skálkurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Lóg og rætt!” segði skálkurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

FBF: Eftir 3-0 tap ímóti Íslandi er greitt, at føroysku dreingirnir mugu taka til takka við einum 3. plássið í EM undankappingini í Írlandi.

Fyrsta settið byrjaði annars við, at føroyska liðið tók Ísland á bóli. Føroysku U18 dreingirnir vóru á odda til støðuna 23-23, men mistu so fyrsta settið á stokkinum.

Í øðrum og triðja settið var ongantíð ivi um, at Ísland var sterkari enn Føroyar og vann Ísland tí hesi bæði settini greitt.

Hetta merkir, at føroysku dreingirnir enda á einum 3. plássið aftanfyri Ísland og Írland, sum seinni í dag leika um 1. og 2. plássið í kappingini.

Venjarin Rajko Petrovic metir, at talan er um eitt gott føroyskt avrik. - Eg havi arbeitt í tveir mánaðir við einum óroyndum liðið og við tí í huga hava dreingirnir klárað seg betur enn væntað, sigur Rajko.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #