Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Í kappingini møta dreingirnir Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Íslandi. Kappingin hjá dreingjunum er skipað í einum bólki, har føroysku dreingirnir mánadagin 12. januar leika ímóti Skotlandi. Týsdagin 13. januar møta teir Írlandi og Norðurírlandi og síðsti dysturin er 14. januar ímóti Íslandi.

Eins og hjá gentunum, so fer vinnarin av kappingini víðari til EM endaspælið. Endaspælið hjá evropisku U18 dreingjunum verður í Italiu frá 7. - 18. juli. Nr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping. Hendan verður 26. - 29. mars. Staðsetingin fyri hesa undankappingina er ikki ásett enn.

Liðið er mannað við hesum leikarum:
Andreas Thorsteinsson, TB
Hans Jacob Gaard Petersen, TB
Harry Jacobsen Øster, TB
Magnus Højgaard, Ternan
Jóhan Kass Henriksen, Ternan
Elias Búason Jensen, Ternan
Kaj Anton Johannesen, Ternan
Tobias Thomsen, Ternan
Petar Ilic, ÍF
Jónstein Jacobsen, ÍF
Filip Jovovic, ÍF
Óli Hvítklett, Mjølnir

Høvuðsvenjari er Rajko Petrovic og hjálparvcenjari Milorad Ristovic. Ferðaleiðari hjá dreingjunum er Hanna Helena Weihe Simonsen.

Dreingirnir fara avstað við Atlantsflog tíðliga í morgin og eru frammi í Dublin í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #