Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í samrøðu við amerikansku sjónvarpsstøðina NBC, at Ukraina aftur fær alneyðugu upplýsingarnar frá USA, so at rakettir og dronur sum Russland skjýtur ímóti Ukraina kunnu verða skotnar niður áðrenn tær raka.
Tað hevur annars verið trupulleikin nú í nakrar dagar, at upplýsingarnar av eini ella aðrari orsøk ikki komu vegin fram, og ukrainar ivaðust ikki í, at tað var tí at amerikanarar gjørdu hetta við vilja.
Við NBC sigur Volodymyr Zelenskyj, at hann heldur vil vera erligur enn høfligur við Donald Trump.
- Tað er betri, at hava partnarar sum eru erligir og týðuligir enn drápsmenn sum smílast, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



