

Ukrainskar herdeildir raktu síðstu nátt við fýra rakettum eina russiska verksmiðju, sum framleiðir elektrodur til flogfør, hernaðarútgerð og aðrar hernaðarligar skipanir.
Verksmiðjan liggur í Bryansk-økinum, yvir 240 kilometrar burtur frá skotpallinum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo