Alla mína tíð sum privatpersónur - undir útbúgving og á arbeiðsmarknaðinum sum fakfólk innan samfelags- og vinnubúskap, innan leiðslu, strategiska menning, prosjektleiðslu, nevndararbeiði og vinnuliga og aðra ráðgeving - hevur tað altíð staðið frammalaga hjá mær, hetta at ”konstruera egna vitan.”
At konstruera egna vitan snýr seg í stuttum um at fara frá einvegis at móttaka upplýsingar ella informatiónir passivt og til sjálvur at skapa, dyrka, fáa undir húðina, meta um og seta saman betri og nýggjari forstáilsi av einum evni/máli, prosjekti o.a., umvegis royndir, greiningar og virknar handlingar. Men fyri at kunna konstruera egna fakliga vitan má ein innlæring til við undirvísing og frálæru, og bøkur og greinar mugu lesast, uppgávur loysast o.a.
Vit kunnu ímynda okkum ein persón, sum gongur runt sum ein onnur “dátabasa” við vitan innan eitt ávíst øki ella fleiri - vitan, sum kann leitast fram eftir tørvi. (Øvut ein persónur, sum gongur runt meira og minni tómur fyri vitan innan nærmast alt).
Vit føroyingar kenna eisini hetta hugtakið frá teimum, sum virka í náttúruumhvørvinum, eitt nú á sjónum og hetta, at t.d. sjófólk gjøgnum øldir hava uppbygt egna vitan um veiðu og veður, hava fingið royndir, borið víðari vitan til nýggj ættarlið o.a. - og soleiðis hava konstruerað egna vitan.
Ein týðandi partur av hesum evninum at konstruera egna vitan er metodulæra, t.d. at gera lýsingar, frágreiðingar (um hví, hvussu, nær, hvat, hvør, avleiðingar), argumentatión, kritisk diagnosa, uppskot um loysnir (fyrimunir og vansar), val av loysn - kritiskt broytingarorienterað arbeiði við tí endamáli at fremja betringar innan eitt øki.
Stutt sagt:
-
Kanna: Leita eftir fakta og seta spurnartekin við tað, sum tú sær ella lesur
-
Gera royndir: Royn títt hugskot umvegis royndir ella praktiskt arbeiði
-
Deil vitan: Tosa við onnur og arbeið saman fyri at styrkja forstáilsi
-
Skapa: Set vitanina saman til tína egnu niðurstøðu, modell ella produkt
Samrøða við Kristian Osvald Viderø
Minnist og gloymi ikki, at eg í endanum av 1980´unum í Keypmannahavn undir lestri, tosaði við Kristian Osvald Viderø - prest, rithøvund og bíbliutýðara - um júst hetta evnið. Hann var ógvuliga framskygdur og tilvitaður um, hvat fór at henda við fólki, sum passivt bara móttóku upplýsingar frá eitt nú sjónvarpi við filmum og filmserium o.a.
Eg havi síðan hugsað ja, hvussu skal ein við slíkari ovnýtslu av løttum undirhaldi klára seg í samfelagnum ella millum onnur, t.d. hvat við sosialum førleika, arbeiðsførleika, orðavali, megna at halda eina talu og taka orðið á einum fundi og knappliga hoyra seg sjálvan tosa og hava eina meining - ógjørligt.
Og hevði Viderø vita aftur, at føroyingar, stór sum smá, í dag ganga við einari Smart-telefon um hálsin, sova við henni, eru á wc við henni o.a.
Vitlíki á skúlarnar
Eitt er at lesa ein tekst á einari A4-síðu (1), eitt annað er at skilja tað, sum stendur (2), eitt triðja er at kunna endurgeva innihaldið (3) og í fjórða lagi at duga at brúka tað, sum stendur skriva um eitt evni (4). ”Essensurin við vitan er at hava hana og duga at brúka hana”, Sitat, Konfucius, kinesiskur lærari og heimsspekingur (551 f.Kr. til 479 f.Kr. í gamla Kina).
Í tíðini sum skúlastjóri á Føroya Handilsskúla upplivdi eg, at nógvir næmingar, sum komu frá fólkaskúlanum høvdu trupulleikar við at koma gjøgnum hesi læringsstigini - nógvir næmingar kundu heilt einfalt ikki lesa ein tekst, og serliga ikki á fremmandum máli, donskum ella enskum. Spurningurin er um støðan er batna ella bara versna (við Smart-telefonini hangandi um hálsin). Vit arbeiddu tá vit eitt nú ”brúgvabygging millum fólkaskúla og miðnámsskúla” og lærarastýrdari nýtslu av KST.
Av tí, at skúlamyndugleikarnir trýsta á at fáa nærmast øll úr fólkaskúlanum á HH3 og Student (hægri miðnám), so skapar mann ein A og B-bólk av næmingum, har nøkur, sum eru illa fyri fakliga, fáa eina ringa uppliving av at ganga á einum miðnámsskúla (men skúlamyndugleikarnir vilja tað), og nøkur bara rýma ella gevast.
Teldunýtsla skuldi eisini raðfestast allar hægst fyri síðan, at skúlarnir máttu sláa bremsurnar í, fyri at undirvísing og frálæra ikki skuldi fara fullkomuliga av kós og fyri bakka við næmingum, sum fakliga lítið og onki fingu burturúr eftir loknan lestur. Onkur lærari fór eisini meira aktivt undir at arbeiða við Classroom Management (betri organisering av næmingunum, økja studieførleikar og hægri akademiskan produktivitet og effektivitet).
Tað eru longu stórir trupulleikar við misnýtslu av Vitlíki á skúlunum (fólkaskúli, miðnám o.a.), so skúlamyndugleikarnir hava eina stóra uppgávu fyri framman at loysa.
Vitlíki og tað at konstruera egna vitan stoyta saman - ein konflikt
Hvat er so við at henda, tá Vitlíki er við at taka yvir eina røð av vitanarstørvum o.a.
Tað sær í løtuni út til, at fáir fakbólkar og arbeiðir sleppa undan at verða rakt meira og minni av hesari tøkniligu kollveltingini, t.d. verða serliga hart rakt umsiting, programmering, løgfrøði, fígging, bókhald og roknskapur, revisjón, ráðgeving og marknaðarføring (standard- og rutinuuppgávur). Hoyrdi herfyri, at danir arbeiða við einari verkætlan um at seta í verk Vitlíki, sum komandi árini kann spara burtur eini 30.000 starvsfólk í kommunalu umsitingini, útav 500.000 - svarandi til heili 6%.
Sjálvt innan fiskiskap kann væntast, at fiskifør um nøkur fá ár verða útgjørd við hátøkni og robottum, og verða sigld á fiskifeltir manntóm, bilar koyra uttan bilførara o.a. (tað verður longu arbeitt við at seta í rakstur slíkar mennandi verkætlanir).
Men er so ein konflikt millum tað at konstruera egna vitan og nú menningina innan Vitlíki. Ja, tað er ein møgulig konflikt, av tí, at vandi er fyri, at Vitlíki kemur í staðin fyri eina virkna lærutilgongd, og kemur við nøkrum lidnum svarum og loysnum.
Tá ein konstruerar sína egnu vitan (sambært konstruktivistiskari læringsteori), skal ein sjálvur hugsa, gera feilir, kanna og seta saman eitt forstáilsi. Vitlíki kann øvut levera hetta skjótt, við einum fínpussaðum svari beinanvegin.
Hví íkemur ein konflikt?
-
Passiv nýtsla av vitan: Um tú biður Vitlíki skriva eina uppgávu ella loysa ein trupulleika, so leypir mann um mentalu arbeiðstilgongdina
-
Vantandi fatan: Framleiðsla av vitan kemur ikki bara sum dáta í heilanum, men umvegis tilevnan. Liðug svar geva ikki neyðturviliga veruligt innlit og forstáilsi
-
Kognitiv ávirkan: Heilin venur seg við at lata maskinuna hugsa, sum er við til at vikna um evnini at hugsa og handla kritiskt og hugsa í dýbdina
Hvussu kann Vitlíki brúkast til at konstruera egna vitan?
Men, hvussu kann Vitlíki, sum er komið fyri at vera, so brúkast, uttan eina konflikt?
Einari konflikt slepst ikki undan, men Vitlíki kann stuðla undir vitanarkonstruktión, um hetta verður gjørt rætt:
-
Sum sparringspartnari: Brúka Vitlíki til at seta kritiskar spurningar til tíni egnu hugskot í staðin fyri at geva tær svarið - og til at hjálpa tær at leita eftir viðkomandi upplýsingum
-
Sum byggipallur: Lat Vitlíki hjálpa tær við einum bygnaði, disponering ella greiða frá truplum hugtøkum, sum tú sjálvur kanst arbeiða víðari við
-
Sum mótstandari: Lat Vitlíki finna veikleikar við tínari egnu grundgeving, soleiðis at tú sjálvur kann hugsa víðari og gera betringar
Lívið og eitt arbeiði verður sera óinterssant uttan konstruktión av egnari vitan - tí mugu vit royna at brúka Vitlíki rætt, og brúka tað til at styrkja konstruktión av egnari vitan.
Vit mugu eisini síggja veruleikan í eyguni, at nøkur størv fara at hvørva og stórt arbeiðsloysi verður fyri nakrar fakbólkar, og tað hendir longu - og hvat kemur í staðin kunnu vit bara gita um.
Uppgávurnar á nógvum arbeiðsplássum, og harvið eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi, fer at broytast munandi komandi árini, og tí má eisini útboðið av arbeiðsmegi tillagast hesari gongdini og útbúgvingarskipanin bjóða útbúgvingar, sum samsvara hesum tørvinum - eftirspurningur og útboð av arbeiðsmegi skal til at matcha og korrespondera heilt øðrvísi.
Reidar Nónfjall
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



