Veðurstovan: Byrja vit í morgin ári og taka tær seinastu forsagnirnar, so kemur hann lágt, upp í 13 m/s, og fram ímóti morgni fer at regna. Fyrrapartin veksur vindurin, á middegi eru 15 til 20 m/s – enn samdrigið og regn.
Tíðliga seinnapartin veksur vindurin eina løtu upp í 18 til 23 m/s, men minkar niður í 13 til 18 m/s út á seinnapartin, og tá ið slítur í.
Um náttúratíð gongur hann vesturum til útsynning, og so fer vindurin at veksa aftur. Hann fer at vera 18 til 23 m/s, til komið er nakrar tímar út á náttina. Tá fer at minka aftur. Hesa løtuna er hálvskýggjað og okkurt æl í støðum.
Vit kunnu siga, at ringasta løtan er í tveimum. Tíðliga seinnapartin, tá ið hann er ímóti stormi sunnan (sunnan roynist illa í nógvum vindi m.a. á Viðareiði) – og um kvøldið og náttina er tað sama vindferð av útsynningi (útsynningur roynist illa í ringum veðri á Toftum, í Streymnesi, Kunoy og Skúvoy).
Hóast hetta ikki er eitt rættiligt ódnarveður, so eru bestu ráðini at rudda alt leyst uttanfyri, so tað ikki liggur og sløðist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



