Í morgin verður nógvur vindur av vesturætt, heilt upp í storm fyrrapartin men sum frálíður minkandi, tað verður samdrigið og okkurt æli, hitin um 10 stig.
Tá týsdagurin kemur er bert lítið eftir av vindinum, gul av ymsum ættum, regn fyrrapartin men eisini sólglottar og hitin um 8 stig.
Mikudagin heldur sama veðrið fram, gul av ymsum ættum, regnæl og sólglottar, hvørt um annað, og hitin millum 7 og 9 stig.
Hósdagin er turt fyri tað mesta, at byrja við høgætt, tá dagurin endar er hann komin niður í landsynning, kaldari, niður í 6 stig.
Fríggjadagin øtlar hann aftur vindin og nógv regn. Ættin verður fyrst landsynningur men seint seinnapartin støkkur hann vesturum og tá slítur í, hitin 7-9 stig.
Næsta vikuskifti melur hann av ymsum ættum, tað verður lítil vindur, ælaveður og sólglottar og hitin um 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



