Føroya Reiðarafelag: ICES hevur í dag kunngjørt ráðgevingina fyri tey trý stóru uppsjóvarfiskasløgini fyri 2027, og mælt verður til, at allar tríggjar kvoturnar kunnu hækka í 2027.
Samanumtikið er hækkingin fyri makrel 18%, kvotan av norðhavssild kann hækka 10% og kvotan av svartkjafti kann hækka 25%. Hetta eru sjálvsagt gleðilig tíðindi fyri føroyska fiskivinnu og samfelagið sum heild.
Makrelur
Ráðgevingin fyri makrel er, at kvotan kann vera 352.938 tons í 2027. Hetta er ein hækking uppá 18% samanborið við kvotuna í 2026, sum var 299.010 tons. Um samanborið verður við ráðgevingina fyri 2026, er talan um eina hækking uppá 102%, tí at ráðgevingin var bert 174.357 tons fyri í ár.
Ráðgevingin fyri makrel er positiv, tí at gýtingarstovnurin nú verður mettur at vera omanfyri tað niðara vandamarkið Blim. Stovnurin í ár verður mettur at vera 3,2 mió. tons, meðan niðara vandamarkið er 3,067 mió. tons.
Eisini vísir ráðgevingin, at stovnurin í 2026 er væl størri, enn framskrivingin vísti í fjør. Tá varð mett, at stovnurin í 2026 fór at vera uml. 2,7 mió. tons, men nú vísir metingin, at stovnurin í ár er uml. 3,2 mió. tons. Stovnurin í komandi ári verður mettur at vera gott 3,1 mió. tons, sum er beint omanfyri vandamarkið.
Í fjør varð gjørd ein størri eftirmeting (benchmark) av ráðgevingini fyri makrel, og hon hevði við sær, at stovnurin varð mettur at vera niðanfyri tað nýggja vandamarkið Blim, sum varð ásett. Tí varð mælt til eina ógvusliga skerjing fyri 2026.
Strandarlondini valdu eina meira hóvliga og skynsama skerjing við at áseta kvotuna til 299.010 tons. Umboð fyri fiskiflotan í Skotlandi, Noregi og Føroyum heittu øll í felag á sínar myndugleikar um at seta kvotuna hægri, enn ráðgevingin mælti til. Hetta hevur víst seg at vera ein røtt avgerð við tí vitan, sum nú er kunngjørd.
Eisini vísir frágreiðingin, at makrelfiskiskapurin seinastu mongu árini hevur verið burðardyggur. Alt tíðarskeiðið 2009-22 hevur veiðitrýstið verið lægri enn Fmsy, sum er tað burðardygga veiðitrýstið. Í tíðarskeiðnum 2023-25 hevur tað metta veiðitrýstið verið í meira lagi sambært ICES, men ikki í stóran mun.
Veiðitrýstið í 2026 verður enntá mett at vera nakað niðanfyri tað vanliga burðardygga veiðitrýstið. Samstundis verður tann samlaða veiðan av makreli í 2026 mett at vera sløk 400.000 tons, sum er meira enn tvífalt so nógv sum tilmælið fyri í ár.
Norðhavssild
Viðvíkjandi norðhavssild er talan um eitt vónbrot, tí í fjør varð lagt upp til ein rímiliga stóran vøkstur í sildastovninum. Kortini er talan um ein lítlan vøkstur í ráðgevingini uppá uml. 10%, og tað er hóast alt jaligt.
Ráðgevingin er, at kvotan í 2027 kann vera 588.044 tons samanborið við 533.914 tons í 2026. Strandarlondini valdu at fylgja ráðgevingini í fjør.
Ráðgevingin í fjør legði upp til, at stovnurin fór at vaksa nógv komandi árini, men hendan metingin vísir seg ikki at halda. Orsøkin til hetta er m.a., at tilgongdin fyri 2025 er mett at vera væl lægri enn hildið. Metingin fyri tilgongdina í 2025 er lækkað munandi samanborið við ráðgevingina í fjør.
Gýtingarstovnurin hevur verið mettur at vera miðskeiðis ímillum tey bæði vandamørkini Blim og Btrigger, men komandi ár verður mett, at stovnurin er skamt omanfyri Btrigger, sum er uml. 3,2 mió. tons. Um ráðgevingin verður fylgd, kann væntast, at stovnurin veksur eitt vet fram ímóti 2028, men talan er ikki um stóran vøkstur.
Svartkjaftur
Viðvíkjandi svartkjafti verður mælt til, at kvotan kann hækka 25% komandi ár. Ráðgevingin sigur, at kvotan kann vera 1.064.191 tons í 2027 samanborið við 851.344 tons í 2026. Kvotan kundi hækka 31%, men umsitingarætlanin hjá strandarlondunum sigur, at kvotan kann í mesta lagi hækka 25% frá einum ári til tað næsta.
Ein orsøk til hetta er, at tilgongdin verður mett at vera væl betri, enn frágreiðingin í fjør legði upp til. Tað vil siga, at tilgongdin fyri 2025 er næstan tvífalt so góð í mun til metingina í fjør, og harumframt er tilgongdin fyri 2026 eisini mett at vera lutfalsliga góð.
Gýtingarstovnurin fyri 2026 er eisini mettur at vera munandi betri fyri, enn mett varð í fjør. Tá varð hildið, at gýtingarstovnurin fór at vera uml. 3,6 mió. tons í 2026, men nú verður mett, at stovnurin í ár er uml. 4,5 mió. tons. Hetta merkir, at metingin av stovnsstøddini er hækkað munandi. Stovnurin í 2027 verður mettur at vera uml. 5 mió. tons, og tí kann aftur veiðast meira.
Talvan niðanfyri vísir broytingarnar í mun til ráðgeving og kvotu fyri 2026. Broytingin í prosentum er í mun til kvotuna fyri 2026.
| Ráðgeving 2026 | Kvota 2026 | Ráðgeving 2027 | Broyting % |
Makrelur | 174.357 | 299.010 | 352.938 | 18% |
Norðhavssild | 533.914 | 533.914 | 588.044 | 10% |
Svartkjaftur | 851.344 | 851.344 | 1.064.191 | 25% |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



