

Løgmálaráðið: - Endamálið við uppskotinum er at geva kommunum heimild at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli fyri at økja um trygdina í økinum, sigur Løgmálaráðið.
Í uppskotinum verður skotið upp, at eitt kommunustýrið í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum, kann yvirvaka øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli. Hetta fyri at økja um trygdina á serliga útsettum støðum í kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo