Beint fyri mánaðarskiftið mai/juni í fjør, høvdu pastorarnir Inga og Marjun skipað so fyri, at eg skuldi halda ein ”fyrilestur” á samkirkjudøgunum í Vágum um tað mundið. Bundna heitið var ”Skriftin á vegginum.” Setti meg við knappaborðið úti á Bakka kvøldið fyri at gera tær seinastu snaringarnar og at snøgga sum frægast um frumskjalið. Útvarpið hurrar í gluggakarminum, sum tað altíð ger, og bráðliga hevur Finnur S. Olsen eina samrøðu við Jens Eli Ellefsen, har suðuri í Spania, teir eru farnir sólorkuferð, og vit hoyra eisini miðvingin spæla onkran av sínum egnu sangum. Fyrilesturin var liðugur, og nú var bara ein heit dýna ímillum hann og ta avgerandi løtuna í skúlanum, sum rennur hóttandi á øll, táið tey skulu standa fram og siga okkurt, serliga tá tað kemur úr egnum brósti, - tú hevur ikki minstu hóming av, hvussu móttakarin reagerar, og ert tú bundin av manus, er ringt at snúgva sær tann vegin, har sum universið hjá fjøldini er ta løtuna. Man veksur ongantíð úr hesi pipranini.
Fyrsti maður, sum eg varnaðist í hesum stóra salinum, var Jens Eli Ellefsen. Vitugi maðurin við íbornu karismuni, sum geislar langt út um sín egna kropp og egið høvur – fyllir heilar hallir. Nú helt eg, at tað var farið at øra fyri mær, ella sá eg hann í hamferð? Hevði jú hoyrt hann í Útvarpinum fram undir miðnátt kvøldið fyri, og nú sat hann her. Í Miðvági. Gjørdi eitt rend yvir og tók í hondina á honum, tað var hondin á honum, og spyrji so: ”Hvussu kanst tú vera her nú, táið tú vart í Spania á miðnátt?” Svarið kom prompte: ”Nei, veitst tú, tá eg hoyrdi, at tú skuldi halda ein fyrilestur í Miðvági í dag, so leigaði eg eitt spanskt jettflogfar, og bað hann flúgva meg heim til Vágar sum skjótast, og boðaði samstundis flogskiparanum frá, at eg ynskti at vera heima soleiðis, at eg kundi hoyra ein fyrilestur, sum ein glyvramaður skuldi halda í skúlanum í heimbygdini.” Hetta var Jens Eli, soleiðis kendi eg hann, og samrøðan hjá Finni og honum var sjálvandi tikin upp fleiri dagar frammanundan, men tað hevði eg ikki gáað um.
Nú er eyðkenda røddin mannfólkamegin í Miðvágs kirkju, nakað aftari enn har, eg plagi sita, tagnað. Maðurin, sum næstan hevur roynt alt, sum roynast kann, hevur lagt árarnar inn. Tað eru góð tvey ár síðan hann greiddi mær frá støðuni, einaferð eg vitjaði hann uppi á trøðni, deyðadómurin var feldur, tað vara bara ein spurningur um tíð, áðrenn falløksin loysnaði úr fetlinum. Hann róði við sama lag, livdi sum hann var, heilt fram at ørvarendanum. Maðurin ið byrjaði sum útróðrarmaður og sum við tíðini gjørdist fiskimaður, útgerðarmaður, keypmaður, traðarmaður, bygdaráðslimur, virkin í bygdini, m.a. í ítróttarhøpinum og ikki minst kendur sum yrkjari og entertainari – troubadoururin á trøðni.
Seinastu ferð eg vitjaði hann og Emmy var á páskum, hevði trupulleikar við einum leggi á einum tjógvi, sum ikki rúmtist í einari steikigrýtu. Vit bæði skyldkona hansara fóru niðan at læna okkum eina sag. Tey lótu sær ikki siga, og Ingi fekk okkum hana til høldar. Prátið gekk lystiliga, og vit spjallaðu m.a. um, at vit ynsktu at fáa hann inn í Løkshøll, nú tað stundaði til mentanarviku í Runavíkar kommunu, at tosað um útróður í Grønlandi saman við Henriki Old og borgarstjóranum í Seyrvági, Eyð Ellingsgaard, sum bæði hava arbeitt í Føroyingahavnini. Eyð er úr Runavík, Henrik er nakað væl slektaður úr Søldarfirði og Jens Eli hálvur rituvíkskingur. Hetta mátti alt laga seg eftir heilsuni, men hann vónaði tað besta. Ein kykmynd var gjørd um torvskurð í Rituvík til hesa mentanarvikuna, eisini tí at bygdin fyllir 150 ár um jóltíðir í ár, tí var tað eisini umráðandi, at fáa hendan langabbasonin hjá Peri og Nikolinu at framføra okkurt hetta kvøldið. Tað var ikki sett á skrá, hann visti kortini av tí, og eg hevði orðað tað við Urd, samskiparan, at gera tveir av kendastu sangunum klárar til stóra tjaldið, soleiðis, at allur salurin kundi syngja við. Flyglið var sett soleiðis, at hann kundi flyta seg beint úr samrøðustólinum yvir á flygilsbríkina, snúgva sær mestsum í einum, við góðari hjálp frá Kitty May, sum hevði bugserað pápan úr Miðvági inn í Eysturoynna. Tað var seinasta konsertin, eg hoyrdi hann føra fram sínar egnu sangir, og hjartaliga undirtøkan úr salinum boðaði frá, at sangirnir úr hansara hondum av álvara eru vorðnir fólkaogn. Haldi at honum dámdi løtuna, tað hendi okkurt við honum, táið hann slapp framat einum ljóðføri, hann yngdist upp, og apropos Rituvíkin, so sigur tað nakað um aldurin á hesi bygd, at langabba/ommu-sonur fyrstu niðursetufólkini nú er látin - væl meiri enn til helvtar gamal sum bygdin.
Saknurin verður stórur og sárur av manni, sum fylti so óvanliga nógv í lívinum hjá so nógvum. Serliga hjá tær Emmy og børnunum og børnum teirra. Úr øllum nú minnini tala, er ein strofa úr framúr góðu yrkingini ”Nú sólin sær søkir hav”, og sum frá fer at líða, fer Jens Eli at liva millum fólk ígjøgnum sínar sangir. Nú var hann kanska í hesari Folk & Singer-Songwriter sjangruni, meira yrkjari enn tónasmiður, og tað plagar vera sagt, at ”Ruby Tuesday” hjá Keith Richards, ”Imagine” hjá John Lennon og” The Times They Are A-Changin'” hjá Bob Dylan ongantíð doyggja. Tað gera ”Gomul minnir” og ”Nú sólin sær søkir hav” heldur ikki - so leingi føroyingar búgva í Føroyum. Tað fer at gera mun í himnesku sferuni, táið hesin lívsglaði optimisturin kemur á gátt. Friður verið við minninum um ein góðan vin.
Seinasta heyst – fyrst í november – skipaðu miðvingar fyri einari hátíðarløtu í Bygdarhúsinum í Miðvági. Bygdarbarnið Jens Eli skuldi heiðrast, og Vágakommuna heitti á meg um at siga nøkur orð. Tað gjørdi eg fegin, og kanska er fagnaðarrøðan merkt av okkara kennskapi – og vinalagi - og støðuni, sum hann sjálvur hevði sagt mær frá, at kroppur hansara var komin í. Røðan var soljóðandi:
https://www.vp.fo/news/troubadoururin-a-troedni
tórbjørn jacobsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo